Ósemja í Javnaðarflokkinum í Vági: Royna at finna eina loysn í dag

Bjarni Johansen hevur fingið at vita at hann hevur ikki stuðul í felagnum fyri tí, hann hevur gjørt

Áki Berholdsen
2 tímar síðan

Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag brúkti ein stóran part av degnum í gjár upp á at viðgera støðuna, sum er íkomin eftir at tann eini býráðslimurin, Bjarni Johansen, fór í sjálvdrátt.

Eftir býráðsvalið vórðu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í Vágs Býráð samdir um at skipa samgongu við Levi Mørk sum borgarstjóra.

Men beint sum ætlanin var at skriva undir semjuna, vildi Bjarni Johansen brádliga ikki skriva undir semjuna. Ístaðin kastaði hann saman við Tjóðveldi um at skipa samgongu við honum sum borgarstjóra.

Hini báðir býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø sótu so eftir í andstøðu.

Nú hevur nevndin í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag tikið málið upp, men Niels Petur Brattalíð, sum er næstformaður, sigur, at enn er eingin niðurstøða.

Tað er hann, sum er virkandi formaður, tí formaðurin, Arni G. Johansen, siglur úti og er ikki heima. Hann er eisini beiggi Bjarna Johansen.

Jens Petur Brattalíð sigur, at fundirnir í gjár hava ikki ført til nakra niðurstøðu. Sostatt er ætlanin at møtast aftur í dag saman við býráðslimunum fyri flokkin.

Men hann sigur kortini, at nevndin í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag visti einki um ætlanina hjá Bjarna Johansen at kasta saman við tjóðveldi.

Bjarni Johansen hevur eisini fingið vita, at hann hevur ikki stuðul frá felagnum, ella frá flokkinum, til at gera sum hann gjørdi, tá ið hann fór burtur frá semjuni sum varð gjørd um at skipa samgongu ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, fyri at skipa samgongu við Tjóðveldi ístaðin.

Ætlanin var at skipa býráðið hósmorgunin, men tað bar ikki til, tí fýra av teimum níggju býráðslimunum møttu ikki - og tað lá heldur ikki fyri hjá varafólkunum at møta.

Tey, sum møttu, vóru tey fýra býráðslimirnir hjá Tjóðveldi og so Bjarni Johansen. Sostatt møttu hinir báðir býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum ikki, og heldur ikki teir báðir býráðslimirnir hjá Sambandsflokkinu.

Sum tað sæst á myndini, stóðu fleiri stólar tómir tá ið býráðið skuldi skipa seg. Frá vinstru eru tey Jónleyg Olivia Finnsdóttir, býráðslimur fyri Tjóðveldi, Bjarni Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin og Arni Brattaberg, býráðslimur fyri Tjóðveldi.