Longu mikudagin í morgin, vísur Filmsfelagið Judas and the Black Messiah, sum er sterka søgan um FBI og svørtu borgararættindarørsluna, sum byggir á veruligar hendingar í Illinois, tá hin vinstrasinnaði aktivisturin og Black Panthers leiðarin, Fred Hampon, varð myrdur í 1969.
Seinni Oscarsfilmurin í Filmsfelagnum er Minari, sum er um eina koreanska familju, ið roynir at fóta sær í nýggja landinum, USA. Hann verður sýndur mikudagin 5. mai.
Filmsfelagið hevur eisini eydnast at fáa í lag samstarv við filmsavnið í Danska Filmstovninum, so eldri hevdvunnir filmsklassikarar kunnu vísast í Føroyum. Út á heystið verður nærri at hoyra um hvørjar klassiskar filmar Filmsfelagið tá fer at vísa.
Sýningar hjá Filmsfelagnum eru í Havnar Bio, har bilettsøla er við skivuna og á netinum. Allar sýningar hjá Filmsfelagnum eru almennar. Tíggju krónur av hvørjari seldari bilett fara í filmsgrunnin “Ársins andøvsfiskur”.
Sýningin við "Judas and the Black Messiah" verður í morgin - mikudagin 21/4 - klokkan 20 í Havnar Bio.