Oscar 2018: Tveir norðurlendskir filmar tilnevndir

Millum tey tilnevndu til Oscar-heiðursløninar í ár eru tveir norðurlendskir filmar. Í gjár varð kunngjørt hvørji eru...

Alda Nielsdóttir
24. januar 2018 kl. 13:50

Millum tey tilnevndu til Oscar-heiðursløninar í ár eru tveir norðurlendskir filmar.

Í gjár varð kunngjørt hvørji eru tilnevnd at vinna Oscar-heiðursløninar í ár. Oscar-handanin verður sunnudagin 4. mars í Dolby Theatre í Hollywood, og í ár hava fleiri norðurlendingar møguleika at vinna.

Svenski filmurin "The Square" er tilnevndur í bólkinum "ársins útlendski filmur", og danski Claes Bang spælir høvuðsleiklutin í filminum, og Christopher Læssø, ein annar danskur leikari, spælir eisini við.

Eisini er danski dokumentarfilmurin, "Síðstu mennirnir í Aleppo" tilnevndur í bólkinum "ársins dokumentarfilmur", og er leikstjórnaður av sýriska Feras Fayyad, ið er búsitandi í Danmark, og danska Steen Johannesen.

Filmurin fylgir trýmum læknum úr sýrisku hjálparfelagsskapinum "Hvítu Hjálmarnir" og arbeiði teirra við at bjarga borgarligum úr kríggsøkinum í Aleppo.

Men enn ein norðurlendingur er millum tey tilnevndu.

Filmurin "The Shape of Water" er tilnevndur fyri besta filmslist, og har er tað danski myndamaðurin Dan Laustsen, ið hevur møguleika at vinna sær ein Oscar.

Ein fullur listi yvir tey tilnevndu kann síggjast her.

Kelda: DR