Osaka og Nadal sleppa Wimbledon

Tveir av hægstu tennisprofilunum hava gjørt av at ikki taka lut í Wimbledon í ár. Osaka ger tað fyri at verja sinnið, meðan Nadal ger tað fyri at verja kroppin

Steinar Patursson
19. juni 2021 kl. 09:01

Bæði Naomi Osaka og Rafa Nadal hava nú boðað frá, at tey fara ikki at taka lut í Wimbledon, ið fer av bakkastokki seinast í mánaðinum.

Naomi Osaka hevur sagt, at hon hevur tikið avgerð um at sleppa Wimbledon fyri at vera við familju og vinum.

Osaka skapti øsing í tennisheiminum, tá hon undan French Open gjørdi greitt, at hon ætlaði sær ikki at stilla upp til tíðindafund eftir loknar dystir. Osaka gjørdi eisini, sum hon hevði lovað, og eftir hennara fyrsta dyst í kappingini var hon burtur frá tíðindafundinum.

Osaka segði tá, at hetta var fyri at verja sálarligu heilsuna.

Úrslitið varð, at kappingarfyriskipararnir góvu Osaka 15.000 dollarar í bót og hótta við at koyra hana úr kappingini, helt hon fram við at vera burtur frá tíðindafundum.

Naomi Osaka tók tí sjálv avgerð um at taka seg úr kappingini.

All England Lawn Tennis Club, ið skipar fyri Wimbledon, sigur, at felagið hevði sett seg í samband við Osaka fyri at vita, hvussu viðurskiftini kring tíðindafundir kundu betrast. Tað verður eftir øllum at døma ikki Osaka, ið fer at samstarva við Wimbledon á hesum sinni um at broyta mannagongdir kring tíðindafundir, nú hon hevur tikið seg úr kappingini.

Osaka hevur kortini gjørt greitt, at hon ætlar sær at luttaka á Olympisku leikunum, sum verða hildnir í heimlandinum, Japan.

Rafa Nadal hevur tikið avgerð at taka seg úr Wimbledon av heilt øðrum orsøkum.

Nadal, sum trívist best á grúsi, hevur fyri stuttum spælt hálvfinalu í French Open, sum hann tapti móti Djokovic í fýra settum. 35 ára gamli Nadal er kendur fyri sítt harða og kropsliga spæl, og nú French Open varð hildin seinni enn vanligt og endaði bert tvær vikur, áðrenn Wimbledon byrjar, hevur hann tikið avgerð um at taka seg úr kappingini.

Nadal hevur vunnið Wimbledon tvær ferðir, í 2008 og í 2010.