Ósáin verður nú rein
Klaksvíkar býráð setir hvørt ár pening av til dagføring av spillvatnsskipanini í kommununi
klaksvik.fo
6. mars 2024 kl. 21:32
Klaksvíkar kommuna hevur gjørt avtalu við Kanjon um dagføring av kloakkrørum kring Skúlatrøð, Prestveg og ein part av Biskupsstøðgøtu. Arbeiðið er deilt í tvær verkætlanir, nevniliga niðara økið á Ziskatrøð og ovara økið á Ziskatrøð
Klaksvíkar býráð setir hvørt ár pening av til dagføring av spillvatnsskipanini í kommununi. Arbeiðið er nú komið til eitt øki í miðbýnum, og við hesum verða seinastu húsini fram við Ósánni eisini tikin við í skipanina.
Verkætlanirnar kosta tilsamans 3,8 mió.