Cristiano Ronaldo flutti mánadagin tvær Coca-Cola fløskur burtur frá borðinum, tá portugisiska stjørnan tók lut á tíðindafundi, har hann og landsliðsvenjarin luttóku.
Ronaldo tók ístaðin eina vatnfløsku fram frammanfyri tíðindafólkunum og segði síðan “água”, sum var ein týðilig fráboðan frá Cristiano Ronaldo um, at fólk heldur eiga at drekka vatn.
Sambært bretska miðlinum The Guardian, so hevur hendan lítla atgerðin verið ein dýrur umgangur fyri Coca-Cola. Blaðið skrivar, at virðið á amerikanska sodavatnsframleiðarinum er fallið við fýra milliardum dollarum – sum svarar til yvir 24 milliardir krónur.
Cristiano Ronaldo hevur yvir 300 milliónir fylgjarar á Instagram, tí er tað eingin ivi um, at atgerðin hjá Juventus-stjørnuni fer víða um kring heimin. Coca-Cola hevur eftirfylgjandi boða frá, at “øll hava rætt til at hava sínar egnu forrættindi, tá tað kemur til drykkjuvørur”.
Ronaldo, sum gongur høgt upp í at liva eitt gott og sunt lív og eggjar eisini øðrum at gera tað sama, segði í fjør, at hann gjørdist argur, tá hann sá son sín eta kips og drekka kola.
Og tað sær út til, at fleiri aðrar fótbóltsstjørnur hava tikið táttin upp eftir Ronaldo. Pogba tók ølfløsku burtur av borðinum, og í gjárkvøldið var túrurin komin til italska tveymálsskjúttin Manuel Locatelli, sum á tíðindafundi eftir 3-0 sigurin á Sveis við einum skálkasmíli hart rópti "agua", meðan hann tók kolafløskurnar burtur av borðinum.
Her fellur virðið á Coca-Cola við 24 milliardum: