Órógvaðu fólk í morgum: Gloymdu at tað var halgidagur
Arbeiðsgevarin legði seg flatan
Áki Bertholdsen
20. mai 2024 kl. 10:03
Í morgun hava fólk til løgregluna at melda eitt arbeiðspláss í Havn. Tey søgdu, at har vóru tey til arbeiðis í morgun og tey larmaðu so illa, at tey órógvaðu haldidagsfriðin.
Løgreglan sigur, at tey fóru at staðið at tosa við arbeiðsgevaran og hann legðu seg flatan og umbar seg so miriliga.
Hann segði, at tey høvdu rætt og slætt gloymt at tað var halgidagur í dag, tí tey hildu, at hetta var ein púra vanligur mánadagur.
Úrslitið var eisini, at tey løgdu amboðini til viks beinanvegin og góvust við arbeiðnum og fóru til húsar, og so var halgidagsfriðurin endurskaptur.