Í dag fara politikarar á Orknoyggjunum at viðgerða eitt uppskot um eina “alternativa stjórnarskipan”.
Tað skrivar BBC.
Oyggjarbólkurin hoyrir undir Skotlandi og er harvið ein partur av Stóra Bretlandi.
Tá politikararnir skulu viðgerða uppskotið um eina øðrvísi framtíð, fara teir millum annað at kjakast um Orknoyggjarnar skulu royna at blíva eitt sjálvstýrandi øki undir Norra.
Sambært James Stockan, leiðari av lokala økisstýrinum, blíva Orknoyggjarnar “ógvuliga sviknar” av bæði tí bretsku og skotsku stjórnini.
- Vit stríðast veruliga í løtuni, sigur hann við BBC.
James Stockan vísur á, at oyggjabólkurin hevur tørv á at skifta út allar ferjuflotan, sum knýta oyggjarnar saman.
Men tað er ein avbjóðing, tá Orknoyggjarnar sambært leiðaranum ikki fáa neyðugu og rættvísu fíggingina frá skotsku stjórnini.
- Vit vita, at vit í gjøgnum tey seinastu 40 árini hava goldið við oljuni í norðsjónum og inntøkan, vit fáa aftur, er ikki nóg stór til at halda okkum koyrandi, sigur James Stockan.
Hann mælir tilm at Orknoyggjarnar kanna, hvussu man kann styrkja “tað norðulendska sambandi” við Danmark, Norra og Ísland.
Oyggjarnar hava áður verið undir Norra og Danmark.
Tað var norski kong Harald Hárfagri, sum við einum stórum flota hertók Orknoyggjarnar í árinum 875.
Tá tann danski-norski kongurin Christian 1. Í 1468 skuldi burturgifta dóttur sína Margretu, til tann skotska kongin, hevði hann trupuleikar við heimanfylgjuni.
Hann valdi tí at veðseta Orknoyggjarnar til skotska kongin fyri 50.000 gyllin, sum myntfóturin tá æt.