Oprah Winfrey verður ikki forseti

Gitingar hava verið, um hvørt Oprah Winfrey fer at stilla upp til næsta forsetavalið í Amerika, ið verður í 2020, og nú er...

Alda Nielsdóttir
14. mars 2018 kl. 09:50

Gitingar hava verið, um hvørt Oprah Winfrey fer at stilla upp til næsta forsetavalið í Amerika, ið verður í 2020, og nú er hon komin við einum svari.

Sjónvarpsverturin og sjónleikarinnan Oprah Winfrey hevur kunngjørt, at hon onga ætlan hevur um at stilla upp til forsetavalið. Kortini hevur Winfrey nøkur góð ráð til tey, ið ynskja at stilla upp.

“Eg sigi við tey, ið fara at stilla upp til forsetavalið: brúka ikki orku uppá hina síðuna. Brúka ikki alla tína tíð uppá at tosa um mótstøðufólk tíni. Ikki brúka orku uppá tað, tú ikki trýrt uppá,” segði hon í samrøðu við CNN í vikuskiftinum.

Winfrey legði afturat, at hóast forsetaembætið ikki er nakað fyri hana, er tað ógvuliga rørandi, at fólk vildu hava hana at stilla upp.

“Tað merkir, at man gjøgnum sítt arbeiði onkursvegna hevur vunnið álitið hjá fólkinum,” segði hon.

Á einum veljaratiltaki leygardagin segði Trump, at Oprah var tann persónurin, hann helst vildi kappast ímóti í 2020, tí hann “kennir hennara veikleika”. Eisini spáddi hann, at tað hevði blivið ein “pínufull uppliving fyri hana”.

Tá Winfrey varð spurd, hvat hon hevði sagt við Trump, um hon fekk 10 minuttir saman við honum, svaraði hon:

“Eg hevði bert tosað um eg føldi, at eg varð hoyrd”.

Sí eisini: Kundi Oprah Winfrey verið amerikanskt forsetavalevni í 2020?