Imillum desembur í 2020 til mars í fjør, hevur koppsetingin fyri koronu bjargað yvir 1,6 milliónir mannalív í Evropa.
Tað vísir ein nýggj kanning hjá alheims heilsustovninum, WHO.
WHO metir, at talið á teimum, sum lótu lív í sambandi við koronu, er minst 59 prosent lægri enn tað hevði verið, høvdu vit ikki havt koppingarevnið. Sostatt eru 1,6 mannalív bjargað, tí høvdu vit ikki havt koppingarevnið, hevði korona havt kostað fýra milliónum fólkum í Evropa, lívið.
Bara í Danmark hava koppingarevnini bjargað 17.000 mannalívum. Tey flestu eru yvir 60 ár, men annars vísir granskingin, WHO hevur staðið fyri, at í Danmark hevur koppingarevnið bjargað 70 prosentum av teimum deyðsføllum, sum annars høvdu verið - og her er talan um aldursbólkin yvir 25 ár.
Statens Seruminstitut sigur, at kanningin vísir, hvussu væleydnað koppsetingin hevur verið og av tí, at so nógv fólk lótu seg koppseta í Danmark, eru upp aftur fleiri mannalív bjargað har, enn í øðrum londum, har undirtøkan fyri koppsetingin var minni.
Statens Seruminstitut leggur afturat, at hetta eru eisini viðkomandi tíðindi í dag, tí korona gongur framvegis og tískil eiga vit at halda fram at koppseta.