Opið kríggj í Radikale Venstre á Facebook

Fyrst skrivaði Ida Auken eitt uppslag á Facebook, har hon ákærdi forkvinnuna í flokkinum, Sofie Carsten Nielsen, fyri at hava fjalt út yvir, hvussu Morten Østergaard hevur uppført seg yvirfyri kvinnum. Nú hóttir ein annar fólkatingslimur á Facebook við at fara, um Ida Auken verður tveitt úr flokkinum

Sigurjón Einarsson
15. oktober 2020 kl. 10:00

Fólkatingslimurin í Radikale Venstre Jens Rohde er í hesum døgum í feriu í Vesturjútlandi. Men tað steðgar honum ikki at leggja seg út í opna kríggið í flokkinum, har hann á Facebook í morgun gevur sín fulla stuðul til Ida Auken, ið á Facebook í gjár setti spurnartekn við, hvat forkvinnan í flokkinum visti ella ikki visti um fyrrverandi formannin í flokkinum, Morten Østergaard.

Hendan ákæran varð beinavegin víst aftur av forkvinnuni, Sofie Carsten Nielsen, ið mikudagin segði, at hon var rasandi yvir tær ákærurnar, sum Ida Auken kom við og helt, at hetta var eitt beinleiðis álop á teirra felags flokk.

Men – skrivar Jens Rohde í sínum Facebook-uppslag – Hvat nú, um Ida Auken hevur rætt?

Víðari skrivar hann í uppslagnum, at verður Ida Auken antin tveitt úr flokkinum ella lítisgjørd, so hóttir hann við at fara úr flokkinum.

Danskir miðlar ynskja at koma í samband við bæði Ida Auken og Jens Rohde, men tað vísir seg ikki at vera lætt. Ida Auken er sjúkramelda og vísir til sítt Facebook-uppslag, og tað sama ger Jens Rohde, ið á Facebook sigur, at hann ikki er tøkur til samrøður við miðlarnar. Hann sigur, at tey skrivaðu orðini mugu standa fyri seg, soleiðis sum tey eru skrivaði.  

Jens Rohde og Ida Auken fingu tilsamans áleið 28.000 persónligar atkvøður til seinasta fólkatingsval.

Facebook-uppslagið hjá Jens Rohde kann lesast her.