Hvør eri eg?
Eg eiti Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og eg eri fødd og uppvaksin í Havn, á Norðasta horni. Eg eri útbúgvin laborantur og havi ein proffesión bachelor innan kanningarstovu-tøknifrøði. Til dagligt arbeiði eg sum málsviðgeri í náttúru- og umhvørvismálum á Umhvørvisstovuni, har eg m.a. havi ábyrgd av spillivatni og rottutýning. Harafturat eri eg næstforkvinna í Starvsfelagnum, og í frítíðini dámar mær væl at takast við ymiskt handaligt og ganga túrar í náttúruni.
Dálking, náttúra og umhvørvi
Fólk brúka alsamt meira tíð uttandura. Vit ganga í haganum, dyppa í fjøruni og spæla í áunum. Okkara børn og ung brúka eisini náttúruna nógv í dag, m.a. tá farið verður útferðir við stovnum og skúlum. Tí er tað av alstórum týdningi, at áir, løkir og fjøra eru reinar, so tey kunnu nýtast til spæl og onnur heilsufremjandi tiltøk.
Seinastu árini eru vit gjørd varug við, at kloakkskipanin hjá Tórshavnar kommunu ikki er liðug. Kanningar hava somuleiðis víst, at áir og fjøra eru dálkað. Øll – bæði íbúgvar og vitjandi – skulu kunna hava álit á, at Tórshavnar kommuna tekur heilsutrygd í størsta álvara.
Fáa vit kloakkirnar lidnar, fáa vit nógv burturúr í einum. Vit fáa eitt trygt úti-baðivatn, reinar áir, reina fjøru og fyribyrgja dálking av umhvørvinum. Samstundis verja vit vistskipanina í fjøruni og havinum kring kommununa. Hetta er alneyðugt, eisini við atliti at lívmargfeldinum í virðismiklu føroysku náttúruni.
Umhvørvisøki skal lívbjargast
Eg eri væl vitandi um, at tað ikki er serliga sexut at fara til val uppá kloakkviðurskifti. Men tað nyttar ikki bara at raðfesta tað, sum pyntar á yvirflatuni. Vit mugu fyrst og fremst gera okkara skyldur og halda lógir og kunngerðir, so sum lóggávuna um Umhvørvisvernd, spillivatnskunngerðina, kunngerðina um fyribyrging og týning av rottu o.a.. Og vit mugu samstundis tryggja starvsfólkunum í kommununi arbeiðsumstøður til í frið at gera tað, sum krevst.
Grøn grannaløg- tað skal verða lætt at skilja rætt!
Tíðin er komin til, at øll grannaløg í Tórshavnar kommunu fáa umhvørvisøkir, har tað er lætt at koma av við glas, papp og pappír, bleytt og hart plast o.a...
Langtíðarloysnir – ikki lappaloysnir
Eg ynski at virka fyri at kommunan raðfestir burðardyggar langtíðarloysnir, eitt nú bygda og býarplanlegging. samstundis sum starvsfólkini fáa frið, tíð og neyðugan fíggjarkarm til at arbeiða við samansettum málum. Hetta merkir, at starvsfólkini sleppa at menna og fremja størri verkætlanir, so sum náttúruvernd, orkuskifti ella burturkastskipanir. Starvsfólkini fara at kenna seg virðismett og fáa frið til miðvíst at arbeiða við burðardyggum loysnum, sum ikki bert betra um teirra trivnað, men eisini tryggjar eitt betri úrslit í longdini.
Sum Tað sæst at lesa, havi eg eitt serligt hjarta fyri at starvsfólk trívast. Fyri meg eru glað starvsfólk tað sama sum eitt gott úrslit, kanningar hava eisini víst at glað starvsfólk eru meiri virkin, avrika meira og bíligari, orsakað av eitt nú minni sjúkradøgum. Tórshavnar kommuna skal gera sítt fyri, at ØLL starvsfólk í kommununi, frá Ellisheimi, oman á kaiina, til Snarskivu hava ein góðan arbeiðsdag.
Tað er mangt annað sum fyllir mín áhuga, í mun til at betra um kommununa fyri fólkinum og náttúruni, og sum eg hevði glett meg, at kunna virka fyri. Tískil vóni eg, at tit finna meg álitisvekjandi og minnast til mín á valdegnum
Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk
Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Havn