Fyrst kom Harvey, síðani Irma og José og til síðst kom ódnin Maria. Allar skaptu tær ruðuleika og stóran skaða í økjunum har tær herjaðu á. Amerikansku statirnir Texas og Florida vóru hart raktir, men enn verri er óivað í teimum ymsu oyggjunum í karabiska havinum. Sint-Maarten, Dominikanska Lýðveldi, Barbuda og Puerto Rico er nakrar av oynnum ið eru harðast raktar.
BBC boðar í gjár frá, at ódnin Maria hevur havt serliga stóran skaða á oynna Puerto Rico. Harðligi vindurin og nógva regnið hevur fingið ein stóran vatnbrunn at sprekka og fleiri býir eru yvirfloymdir. Allur streymur í oynni er slitnaður og nærum onki telefonsamband er heldur. Fólk fáa ikki ringt til hvønn annan, ella familju uttanlands. Streymslitið ger eisini at tey fáa heldur ikki nýtt luftskiftisskipanir, ið eru av stórum týdningi í karibiska hitanum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ætlanir um at vitja oynna í næstum og sýna samhuga.