Fyri trimum árum síðani tapti Ongland EM finaluna á heimavølli ímóti Italia. Tá var støðan 1-1 eftir longda leiktíð, og so vann Italia brotssparkskappingina 3-2.
Vónbrotið var øgiligt, tí hetta var fyrsti møguleiki hjá Onglandi at vinna stóra finalu síðani 1966, tá ið Ongland – eisini á heimavølli – vann tiltiknu HM finaluna ímóti Vesturtýsklandi 4-2.
Í kvøld er fagnaður í London og øllum Onglandi. Atfinningarnar eru burtur ímóti Gareth Soutgath og hansara monnum, sum fyrr í kappingini vórðu sagdir at spæla við so lítlum íblástri, at áskoðarar og sónvarpshyggjarar sovnaðu.
Nú er lagið heilt gott, og góða avrikið í kvøld verður róst til skíggja.
Serliga í fyrra hálvleiki spældi Ongland framúr væl og hugflogsríkt. Tað minti nógv um soleiðis, sum Manchester City plagar at spæla, og tað var øgiliga torført hjá Hollandi at fáa bilbukt við mótstøðuliðið.
Kortini var tað Holland, sum longu í sjeynda minutti legði seg á odda við máli, sum Xavi Simons skoraði. Tíggju minuttir seinni svaraði Ongland aftur, tá ið Harrey Kane við brotssparki setti bóltin í málið.
Hóast Ongland leingi hevði leikliga yvirvág, so eydnaðist tað ikki at skora, og so sá tað út til, at tað fór at verða neyðugt við longdari leiktíð. Men so var tað, at innskifti Ollie Watkins úr Aston Villa úr spískum í høgru sendi bóltin dygst inn við handara stólpa.
Tá var vanliga leiktíðin farin, og hóast dómarin legði nakrar minuttir aftrat, so eydnaðist tað ikki Hollandi at svara aftur. Onglendingarnir stórfegnaðust um finaluplássið, og mótstøðumenninir vóru øgiliga vónbrotnir um, at tað ikki vera teir, sum fara at spæla finalu.
-Eg eri vónbrotin av úrslitinum. Fyrstu løtuna riggaði tað væl hjá okkum, og vit løgdu okkum á odda. Men so vóru tað trupulleikar á miðvøllnum, og tað bar við sær, at Bellingham og Foden fingu stóran leiklut. Vit broyttu og lagaðu til, og tá fingu vit fatur aftur í spælinum, og vit kendu okkum vera væl við, men so skoraðu teir eitt flott mál í síðstu løtu, staðfesti Ronald Koeman, venjari hjá Hollandi, og hann helt fram:
-Ongland spældi framúr væl, tá ið vit høvdu lagt okkum á odda. Spania hevur avrikað sera væl, og um Ongland fer at spæla á tí støði, sum Ongland gjørdi í kvøld, so er møguleiki fyri fínari finalu, segði Ronald Koeman, sum er venjari hjá Hollandi.
Gareth Southgate var ovurfegin:
Talan var um torføra avbjóðing. Í verjupartinum var neyðugt støðugt at gera broytingar, og spælararnir eiga rós fyri nógvar skilagóðar avgerðir. Heilt avgerandi er tað, at allir spælararnir í hópinum eru klárir at koma á vøllin. Tá ið vit kendu, at eitt sindur av orkuni var við at hvørva, varð Ollie skiftur inn, og hann vísti tað, sum vit høvdu roknað við, segði Gareth Southgate eftir at finaluplássið var tryggjað.
Finalan millum Spania og Ongland verður sunnudagin í Berlin.