Ongland og Danmark bresta saman aftur

EM bólkurin við Spania, Albania, Italia og Kroatia sær øgiligur út

Jóannes Hansen
2. desember 2023 kl. 18:43

Nú er tað greitt, hvuussu teir seks bólkarnir í innleiðandi umfarinum í EM endaspælinum í fótbólti næsta summar vera mannaðir.

Kappingin verður í Týsklandi í juni og juli. Fyrsti dystur verður millum Týskland og Skotland. Hann verður 14. juni, og finalan verður neyvt eina mánað seinni – 14. juli.

Tá ið Føroyar ikki eru við í hesum endaspælinum, er áhugin ivaleyst stórur fyri, hvørji mótstøðuliðini eru hjá Onglandi og hjá Danmark.

Í EM endaspælinum í 2021 hittust Ongland og Danmark í aðrari hálvfinaluni. Lutakastið í dag lagaði tað soleiðis, at Ongland og Danmark eru í bólki saman. Hini bæði eru grannarnir á Balkan Slovenia og Serbia. Hesi hittast í bólki C.

Bólkur B sær øgiligur út. Har eru tað Spania, Albania, Kroatia og Italia, sum fara at dystast.

Tvey tey bestu í hvørjum av teimum seks bólkunum og fýra teir bestu tríararnir halda fram í kappingini.

Higartil er tað bara Danmark av norðurlendsku tjóðunum, sum hevur tryggjað sær pláss í endaspælinum. Ísland og eisini Finnland fara í mars at vera partur av finaluumfari, har spælt verður um pláss í endaumfarinum. Tá fer Ísland at spæla ímóti Ukraina, og so fer vinnarin av tí uppgerðini at spæla ímóti vinnaranum av Ísrael og Bosnia. Finnland fer at spæla ímóti grannunum í Estlandi, og so fer vinnarin av tí uppgerðini at spæla ímóti vinnaranum av uppgerðini millum Pólland og Wales.

 

Bólkur A: Týsk­land, Ung­arn, Skot­land og Sveis.

Bólkur B: Spania, Alban­ia, Kroatia og Italia.

Bólkur C: Eng­land, Dan­mark, Sloven­ia og Serbia.

Bólkur D: Frak­land, Eyst­ur­ríki, Hol­land og Pól­land/Wales - Finn­land/Est­land).

Bólkur E: Belg­ia, Rum­en­ia, Slovakia og Ísra­el/Bosnia – Ukraina/Ísland.

Bólkur F: Portugal, Turka­land, Kekkia og Grikk­land/Georgía - Luksem­borg/Kasakstan