Ongland letur aftur

Boris Johnson boðaði í síðstu viku frá, at Ongland verður latið aftur frá í dag av. Byrgjast skal upp fyri, at vaksandi talið av koronasmittaðum ikki skal leggja eyka trýst á heilsuverkið, ið longu er undir stórum trýsti

Sigurjón Einarsson
5. november 2020 kl. 13:37

Frá í dag av eru allar pubbir latnar aftur, og tú kanst ei heldur fara at keypa fish&chips frá lokalu grillbarrini. Forsætisráðharrin, Boris Johnson, gav í síðstu viku boð um, at alt Ongland letur aftur.

Hesi boðini komu eftir fleiri ávaringar frá serfrøðingum um, at fleiri túsund fólk kunnu missa lívið um dagin, um einki verður gjørt við støðuna nú.

Ongland verður í fyrsta umfari lukkað niður í fýra vikur – fram til 2. desember. Tað merkir, at matstovur, barrir, frisørar, venjingarhølir og aðrir handlar, ið ikki hava fyri neyðini at hava opið, eins og matvøruhandlar, skulu ikki hava opið. Skúlar og útbúgvingarstovnar fara framhaldandi at hava opið.

Í gjárkvøldið var tað sum á ólavsøku í fleiri av teimum stóru býunum, tí nógvir onglendingar ynsktu at fáa teir síðstu øl-droparnar við, áðrenn landið lukkar niður. Løgreglan mátti eisini fara út og senda fólk heim, tí alt ov nógv fólk vóru samlaði á almennum støðum.

Hesi nýggju átøkini koma, tí byrgjast skal upp fyri, at vaksandi talið av koronasmittaðum ikki skal leggja eyka trýst á heilsuverkið, ið longu er undir stórum trýsti. Júst nú eru næstan 10.000 korona-sjúklingar innløgd á sjúkrahús í landinum.

Síðani koronafarsóttin breyt út í Stórabretlandi, hava meira enn 46.000 fólk mist lívið.