Bólkaspælið í EM endaði í gjár, og leygardagin eru fyrstu áttandapartsfinalurnar á skránni. Greiningarfyritøkan Opta hevur skrúvað saman eina superteldu, sum metir um hvørji sannlíkindini eru fyri, at tey ymisku liðini vinna kappingina. Hesar metingarnar hjá supertelduni eru grundaðar á eina ørgrynnu av dátu um øll liðini.
Leikligu avrikini hjá enska landsliðnum hava als ikki verið sannførandi, og liðið hevur fingið harðan kritikk frá bæði fjepparum og miðlafólki. Ongland vann tó sín bólk, og er greiður favorittur at vinna ímóti Slovakia í áttandapartsfinaluni sunnudagin. Sambært supertelduni hjá Opta er Ongland eisini favorittur til at vinna alla kappingina, tí sannlíkindini fyri hesum eru 19,2 prosent. Sannlíkindini fyri at Ongland kemur í finaluna eru heili 38,2 prosent.
Næststørsti favoritturin er vertstjóðin Týskland við 16,9 prosent sannlíkindi fyri at vinna. Triðstørsti favoritturin er Spania við 15,4 prosentum. Áðrenn EM byrjaði vóru Ongland og Frakland favorittar til at vinna kappingina, men eftir bólkaspælið eru sannlíkindini fyri at Frakland vinnur minkað niður í 13,2 prosent.
Stóra sensatiónin í hesum EM er Georgia, sum á fyrsta sinni nakrantíð tekur lut í einum endaspæli, og sum við sigri á Portugal spældi seg víðari úr bólkaspælinum. Georgia er tó tað liðið, ið sambært supertelduni hjá Opta, sum hevur minst møguleika at vinna EM. Sannlíkindini fyri at Georgia vinna eru 0,1 prosent. Georgia møtir Spania í áttandapartsfinaluni sunnudagin, og sannlíkindini fyri at liðið kemur víðari tá eru 17,5 prosent.
Sannlíkindini fyri at Danmark vinnur EM eru 1,2 prosent. Danmark møtir Týsklandi í áttandapartsfinaluni leygarkvøldið.