18 mánaðar í fongsul. Tað er revsingin, ein kann vænta í Onglandi og Wales í framtíðini, um man er yvir 18 ár og verður tikin við knívi á einum almennum staði.
Er man yngri enn 18 ár, eigur revsingin at verða í minsta lagi fýra mánaðar. Tekur man ein knív við sær í skúla ella í fongsul verður revsingin enn harðari.
Soleiðis ljóða nýggjar reglur, ið koma í gildi í juni í ár.
Er hetta fyrstu ferð, ein verður tikin, verður viðmælt at viðkomandi fær treytaða fongsulsrevsing.
Hesar broytingar koma, eftir at talið av kníválopum er hækkað við 21 prosentum seinasta árið, samstundis som talið av øðrum lógarbrotum eisini er hækkað.
Kelda: DR