Eitt, sum ikki slepst undan, líka síðani tú bleivst gitin í móðurlívi, er endin á lívinum. Ein heimsumfatandi sótt breiddi seg til hvønn krók á klótuni og bjóðaði tí ráðandi rákinum av, at alt ber til. Myndugleikar bjellaðu út í útvarpstólini og sjónvarpið, at vit mugu verja tey veiku og sárbæru, tí at sóttin er potentielt drepandi. Meginreglan var, at so fá sum gjørligt, doyðu av sóttini. Í veruleikanum merkti hetta ongin.
Vit mugu verja tey veiku og sárbæru. Potentielt drepandi. Vit øll somul skulu verja øll. Ansa eftir ikki at smitta nakran. Hetta segði løgmaður Bárður á Steig Nielsen, og tað sama hoyrdi eg danska statsministaran Mette Frederiksen siga dagin fyri á tíðindafundi í DR.
Hvat hendir við einum samfelag, har íbúgvarnir skulu verjast ímóti at doyggja í dag?
Við hesari nýggju støðuni fingu børn og vaksin oyst niður yvir seg reglur um frástøðu, spritt, hondvask, sóttarhald og sundurbýtta samveru. Uttan at tey smáu vistu av tí, fóru tey frá einum globalum fevnandi hugburði við inklusión og kropsligari nærveru, til mentala og kropsliga frástøðu og minisamfelag. Verið ikki saman við nógvum ymiskum fólkum! Ver saman við teimum, sum tú plagar! Skalt tú vitja onkran, ið tú ikki plagar, minst so til spritt og frástøðu. Tað er líka við, at eg fór at ivast í, um eg eisini skuldi spritta meg aftan á brúsubaðið.
Sum nakað nýtt, fingu børnini eisini at vita, at tað ber til at doyggja av einari sjúku, sum tey kundi fáa við at nema við onnur ella við at onnur anda á tey. Hvat barn hevur ikki hugnað sær við at anda døgg á rútarnar fyri síðani at tekna skap í tað?
Trúliga lærdi eg míni børn um frástøðu, og um ikki at nema við ov nógv í Á og í Bónus (tað er hóast alt ein vanliga góður fólkaskikkur), ikki troka í køini, halda av, tá ið onkur vil sleppa framvið, og umaftur og umaftur endurtaka tær nýggju ferðslureglurnar. Febrilsk rann eg aftan á teimum og rópti um frástøðu. Eg føldi meg sum ein øvutan svimjidómara, sum ekkóar um alla svimjihøllina: “Takið støðu”. Men eg rann og rópti: “Takið frástøðu”, og gekk við ringari samvitsku um, at børnini vóru við til handils. Mundi tað ikki ganga, um tað yngsta barnið sat í vognsetrinum, eitt í vogninum saman við matinum, og at tað triðja stillaði seg upp á endan á vogninum?
Takknemmiligt er barnalyndið, hóast alt. Koronutiltøkini hvurvu, og børnini sótu beinanvegin oman á hvørjum øðrum í skúlum og í dagstovnum. Ódeyðiliga barnalyndið er ein troyst hjá okkum vaksnu, ið stara niður í eina grøv.
Líka sum við tuberklum fekk korona í dagligari talu skjótt eitt annað navn. Smittan. Ofta fekk eg spurningarnar: Ert tú smittað? Hevur tú havt smittuna? Hava øll tíni verið smittað? Hvat við vaksinering? Hvussu nógv prik? Eitt, tvey, trý ella fýra - onki? Føldi tú nakað aftaná? Somuleiðis havi eg eisini endurtikið somu spurningar. Brádliga vaks áhugin fyri, hvussu onnur vóru vaksinerað, hetta minti mest um prátið í mammubólkunum.
Tilmælini ótu seg inn á sálina, og hjá summum viknaði sálin. Menniskju eru og verða sosialar verur, ið hava tørv á stimulansi av fysisku nærveruni hjá øðrum menniskjum. Videokall gjøgnum Messenger og Snapchat hava verið dúgliga brúkt, men talgildu pallarnir góvu og geva tíverri ikki sama úrslit sum eitt menniskja.
Tey, sum vit verja, føla seg toygd aftaná tvey ár við at spæla høvdingabólt við koronu. Tað er, sum um kjansurin fyri at blíva rakt, yvirliva ella ikki, verður hálað út sum eitt lastikk, sum næstan blívur deformt. Men sleppur tú tí, kemur tað flúgvandi aftur í sínum upprunaskapi; og kanska rakar tað fingrarnar, og tú stendur eftir við pínu í teimum. Tú fekst ilt eina heilt aðrastaðni, enn tú væntaði.
Jenhild omma var dement á gamalsaldrinum og tosaði lítið og onki. Hon fór fyri nøkrum árum síðani 90 ára gomul. Fyri hana var deyðin ein fylgisveinur, lívið fyri tey livandi, og lívið kundi altíð geva meira. Tá ið mamma mín greiddi henni frá, at borðfelagin á eldraheiminum var farin foldum frá gomul og mett av døgum (áðrenn koronu), kom burturúr ommu míni: “Ongin vil doyggja í dag”.
Og so vóru tað hini, sum funnu frið við at verða í friði og at traðka av resinum við føðingardøgum, tiltøkum og frítíðarítrívi nr. 1, 2, 3, 4, 5, og 6. Brádliga kom eitt tiltrongt frírúm eftir boðum frá landsins leiðara.
Tann ringan samvitskan, av at ikki at vera nóg nógv “ON” og ikki at gera nóg nógv, var slept. Pulsurin í samfelagnum dalaði, og tað hoyrdist leygarmorgun, ið vaknaði uttan motorljóð frá landsvegnum. Ongin drønaði avstað til ítróttarkappingar.
Harafturat skiltu øll, um man valdi at halda seg heima við hús. Serliga um man møguliga hevði verið ella ikki hevði verið ov nær einum møguligum smittaðum persóni, ella um man hevði verið saman við onkrum, sum hevði verið saman við onkrum, sum møguliga varð smittaður.
Hjartans fegin og forfard sat eg heima við hús og gjørdi samfelagnum eina tænastu. Mín frástøða skuldi eitast fyri at bjarga øðrum og vera við til, at sjúkrahúsini ikki hoknaðu undan arbeiðstrýstinum av koronasjúklingum. Brádliga vóru vit hetjur, um vit valdu at verða sitandi heima við hús.
Men so var tað eisini hitt. Bíðitíðin. Bíðitíðin eftir kanningarúrslitinum hjá teimum, sum vit høvdu verið saman við. Í bíðitíðini hildu vit ondini, og um svarið var negativt, kundu vit fara úr sóttarhaldinum. Onkuntíð skuldu vit kannast og drønaðu í bili til Havnar ella Klaksvíkar at gapa, gálva og klíggja.
Umsíðir blivu vit rakt av koronu. Og ikki bara eina ferð, men tvær ferðir. Fyrst delta og so omikron. Triumferandi prísaði eg meg lukkuliga yvir av at hava havt so mikið av sosialari frástøðu hesa tíðina, at vit høvdu vart tey veiku og sárbæru.
Í fyrra umfari bar eg roysnið hjá Stórabrúsa, sum gekk yvir ímóti trøllinum, ið vildi eta hann: “Ja, kom tú bara korona. Eg skal stúta, eg skal stanga, eg skal stinga. Hvørja kyknu í tær eg knúsi, tí eg eri Stóribrúsi”.
Vit fóru við renningarlopi inn í fyrra umfari við koronu. Kavin bleiv skreiddur vekk, vit lósu bøkur, vit keddu okkum, vit dustsúgvaðu og vit gjørdu jólareint. Jólakøkurnar blivu bakaðar og etnar, vit hugnaðu okkum, ótu góðan mat, bygdu smáttur og fingu bomm frá jólamanninum. Landslæknin kom inn á mín kalllista á telefonini. Tá ið tvær vikur fóru farnar afturum, vóru øll hjá okkum komin heilskapað ígjøgnum sóttarhaldið glað og væl nøgd um, at sóttarhaldstíðin var liðug fyri jól. Ringast fyri var eg sjálv, sum hostaði meg gjøgnum jólini og heilt fram til nýggjárið.
Seinna umfar var langdrigið. Tíðin bleiv til ringa samvitsku um fráveru frá arbeiði og skúla. Tað oysti niður, áirnar dundu, og dagarnir vóru gráir. Nýggja modernaða skommin, skermurin, bleiv sera nógv brúktur. Ongin kaka bleiv bakað. Maturin var vanligur. Eg hevði tvey prik og kundi fara út í samfelagið at reika, segði Bárður á Steig Nielsen. Men eg skuldi minnast til frástøðu og reinføri og at halda meg fyri meg sjálva og spritta, til eg bleiv smittað.
Akk ja, sigi eg bara. Tvær vikur gingu, og øll vóru frísk aftur. Tó hostaði eg enn eina ferð í tríggjar vikur.
Munnu vit fara at duga at sleppa teymunum og fult taka ímóti gomlu vanum aftur, sum vit hava brúkt út við tvey ár at leggja til síðis? Fara tiltøkini at spríkja fram á kalendaran? Fara vit at ynskja okkum “ON”?
Eina løtu blivu vit sannførd av løgmanni um, at nú fer ongin at doyggja í dag. Korona var avlýst og koronutilmælini burtur. Stutt eftir leyp Russland á Ukraina, og aftur blivu vit mint á ójavna sinni deyðans.