Ongin smittutilburður leygardagin

Vit eru í eini góðari gongd, tá um korona umræður. Í løtuni eru 8 føroyingar smittaðir

Dan Lamhauge
17. januar 2021 kl. 14:26

Aftur í gjár vóru allar koronaroyndirnar negativar. Samstundis eru fleiri vorðin frísk aftur, og tí eru í løtuni 8 føroyingar sjúkir av koronu. Síðani 9.januar eru einans tríggir tilburðir skrásettir í Føroyum, tveir teirra vórðu staðfestir við komu úr útlandinum.

Sum nakað nýtt fer corona.fo at dagføra so hvørt fólk verða koppsett fyri koronu. Tað ber til at fylgja við, hvussu mong eru koppsett bæði fyrru og seinnu ferð, inni á corona.fo. Í løtuni eru 2664 fólk koppsett fyrru ferð. Tað svarar til 5% av fólkatalinum í Føroyum. Enn er ikki farið undir at koppseta aðru ferð.

Mynduleikarnir meta, at so mikið gott tamarhald er á støðuni, at nú kunnu sjúkrahúsini lata upp aftur fyri vitjandi. Tað gera tey í morgin, mánadagin.

Tá smittan tók seg upp um jólini, vórðu avmarkingar settar í gildi fyri sjúkrahúsini. Men, nú sær so mikið væl út, at sjúkrahúsini lata upp aftur fyri vitjandi.