Ongi úrslit

Ongin skal vera bangin fyri at fara á Tórsvøll til landsdyst næsta fríggjadag

Seinast áskoðarar út Kroatia vóru í Føroyum, gekk tað har fyri seg. Fólk skulu ikki stúra fyri hesum aftur hesa ferð, sigur aðalskrivarin í Fòtbóltssambandinum
Áki Bertholdsen
29. august kl. 13:02

Øll, sum hava áhuga fyri fótbólti, hava fingið við, at næsta fríggjadag verður landsdystur ímillum Føroyar og Kroatia.

Seinast, kroatar vóru í Føroyum, gekk tað harðliga fyri seg. Tað var tá ið Hajduk Split spældi ímóti HB og tá vóru einir 300 kroatar komnir til Føroyar.

Men teir komu líka nogv til at berjast sum at hyggja at fótbólti, tí teir vóru so harðligir í síni framferð, at tað loyptu ótta og ræðslu á fólk.

Hesa ferð fáa kroatar 600 atgongumerki til landsdystin næsta fríggjadag, og sostatt er væntandi, at tvær ferðir so nógvir kroatar vera í Føroyum nú ið kroatiska landsliðið spælir, sum tað vóru tá ið hajduk Split spældi.

Tí kann hugsast at fólk fara at setast aftur av ótta fyri harðskapi, hóast tað er eitt sterkt landslið, við heimskendum spælarum, sum verður í Gundadali í dysti við føroyska landsliðið.

Men Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, FSF, sigur, at teirra boðskapur er, at eingin skal stýra fyri at fara á Tórsvøll fríggjadagin at hyggja at landsdystinum.

– Vit hava fyrr havt landsdystir, har tað hava verið nógvir fremmandir áskoðarar, og tað hevur ikki verið nakar trupulleiki, sigur Kristin Dam Ziska.

Hann sigur, at tey hava selt eini 3.000 atgongumerki, so tað eru eini 1.000 atgongumerki eftir.

Hann væntar eisini, at tey verða seld, so at tað verður ein fullsettur Tórsvøllur tá ið landsliðini bresta saman.

Aðalskrivarin sigur, at tað er eitt øðrvísi fólkaslag, sum ferðast við landsliðnum, tí tey eru plagdu ofta vera friðarligari enn tey, sum ferðast við einstøkum liðum.

Annars sigur hann, at tey 600 atgongumerkini, kroatar fáa, verða øll seld umvegis fóltsbóltssambandið í Kroatia.

Tað merkir, at áskoðarar, sum fáa atgongumerki, eru áskoðarar, sum eru skrásettir hjá kroatiska fótbíltssambandinum - og tey, sum kroatiska fótbóltssambandið hevur sett á svartalista, sleppa heldur ikki at keypa atgongumerki.

Hann leggur eisini dent á, at evropiska fótbóltssambandið, UEFA, hevur ikki skrásett hetta sum ein »high risk« dyst, sum tey kalla tað.

Sostatt er hetta ikki ein dystur, har serligur vandi fyri harðskapi er til staðar.

Somuleiðs samstarvar FSF neyvt við UEFA og fótbóltssambandið í Kroatia um dystin. Tey samstarva eisini neyvt við løgregluna um dystin - og løgreglan hevur eisini neyvt samband við løgregluna í Kroatia.

Tað er alt saman fyri at tryggja, at alt í sambandi við dystin verður avgreitt í sátt og semju.

Hann sigur, at tað er FSF, sum hevur ábyrgdina viðurskiftunum á Tórsvølli og nú tey hava royndir av kroatiskum áskoðarum, verða tey serliga væl mannað í sambandi við dystin.

– Tað er ikki tí vit vænta nakrar trupulleikar, men tað er mest fyri at binda um heilan fingur, skuldi okkurt stungið seg upp kortini, sigur aðalskrivarin.

Hinvegin er tað løgreglan, sum hevur av trygdini uttan fyri vøllin, men tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á nøkrum har, sum kann siga nakað um, hvussu tey skipa seg fyri at halda lóg og landaskil.

Mest lisið hesa vikuna

Skal ungdómurin eggjast at droyma kommersielt?

29. august kl. 23:43

Stolnir málningar á rótikassanum

28. august kl. 13:32

Tvær bygdir í Suðuroy fáa grind í dag

Í gjár kl. 16:39

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

26. august kl. 12:15

Suðuroyartunnilin vendir Suðuroynna á høvdið

Í gjár kl. 10:12

Háaktuelt: Vilmund á veg til Rødbygaard – brot úr lívssøgu hansara

29. august kl. 14:18