Ongin dystur í Klaksvík í dag

Fluttur til týskvøldið

Dan Lamhauge
18. apríl 2021 kl. 14:54

Tað verður ongin dystur í Klaksvík í dag. Tað streymaði annars til við áskoðarum í Djúpumýru at síggja dystin millum KÍ og NSÍ. Tey máttu so nakkalang heim aftur, tí dysturin verður ikki leiktur í dag.

Tummas Lervig harmast støðuna. Við dimma.fo sigur hann, at ein stong hevur fingið skaða, og at dómarin tí ikki kundi góðtaka umstøðurnar. 

-Eftir ætlan verður dysturin fluttur til týskvøldið kl 19. Tit frætta nærri, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.