Ongar modellir minni enn stødd 34

Tvey av teimum stóru fronsku mótahúsunum, Kering og LVMH, vilja nú banna modellum minni enn stødd 34

Guðrun í Jákupsstovu
9. september 2017 kl. 11:05

Tvey av teimum stóru mótahúsunum í Fraklandi hava meldað út, at tey vilja ikki loyva nýtslu av modellum sum eru minni enn stødd 34 ella sum eru undir 16 ár. Tað skrivar miðilin France24. 

Talan er um mótahúsini Kering og LVMH. Hesi bæði mótahúsini umboða kendu mótamerkini Gucci, Bottega Veneta, Alexander McQueen, Louis Vuitton, Christian Dior og Givenchy.

Í mai í ár bleiv ein fronsk lóg sett í gildi, sum krevur at allar modellir skulu hava læknaváttan sum staðfestir at tær eru kropsliga nóg væl fyri at vera modellir.

Hesi forboð og reglur koma í kjalarvørrinum av, at mótavinnan hevur fleiri ferðir verið løgd undir at framhevja eitt ósunt kropsideal og ein órealistiskan vakurleikastandard. Umframt hetta eru eisini fleiri ræðusøgur um modellir ið svølta seg sjálvar og berjast við etingarólag av ymsum slag.

Lógin ið bleiv viðtikin fyrr í ár og hesi nýggju krøvini frá Kering og LVMH, bera boð um, at har verður roynt at seta ein hægri og betri standard fyri arbeiðsumstøðurnar í mótavinnuni.