Ongar kanningartíðir eftir í Havn

Trýstið at lata seg kanna hevur verið so ógvusligt í dag, at hóast upplatingartíðirnar fyri koronukanningum vórðu víðkaðar í dag, eru ongar tíðir eftir í Havn. Tað upplýsir Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Katrin Erlendsdóttir
24. mai 2021 kl. 13:55

Ætlar tú at lata teg kanna fyri koronu í Havn, fært tú onga tíð í løtuni. Ongar tíðir tøkar, sigur skipanin.

- Vit hava víðkað um kapasitetin í Havn, í Klaksvík og í Suðuroy, og vit arbeiða alla tíðina við at fáa fleiri bókingar, sigur varastjórin á Landssjúkrahúsinum, Margit Stórá, sum staðfestir, at tá yvir 1100 fólk í Havn hava biðið sær tíð til koronukanning higartil í dag, so var ikki møguligt at ganga øllum hesum ynskjunum á møti.

Skipanin krasjaði í morgun, og tá vit so høvdu fingið fleiri kanningartíðir til vega, vórðu tær skræddar burtur beinanvegin, sigur Margit Stórá, sum hevur verið til arbeiðis síðani klokkan átta í morgun og framhaldandi roynir at fáa fleiri kanningartíðir á kalendaran.

- Tað er øgiliga stórt trýst á, og vit arbeiða uppá højtrykk allatíðina, sigur hon.

Landslæknin heitir á fólk um ikki at geva upp, tá tey royna at fáa tíð til kanning, tí tað kunnu koma fleiri kanningartíðir so líðandi.

Koronusmittan hesaferð vísir seg í stóran mun at hava rakt ung fólk í høvuðsstaðarøkinum hesaferð, og tað sæst aftur í ynskinum at lata seg kanna. Á kanningarstøðunum í Klaksvík og í Suðuroy hevur trýstið ikki verið so ógvusligt sum í Havn.