Ongantíð so nógvir útlendingar í Føroyum sum nú

Talið er vaksið støðugt hesi seinastu árini - og í fjør tók tað rættiliga dik á seg - og tað gjørdu lógarbrotini eisini 

Myndin er frá Hagstovuni
Áki Bertholdsen
21. apríl 2023 kl. 12:34

Tað hava aldrin verið so nógv útlendsk arbeiðsfólk í Føroyum, sum tað eru nú. Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt. 

Hagstovan sigur, at hesi seinastu 10 árini eru tað alsamt fleiri útlendingar, sum hava fingið uppihalds- og arbeiðsloyvum í Føroyum. Og tað er ikki hæsað av enn, tvørtur ímóti var talið í fjør nógv tað størsta nakantíð.

 og heldur enn at støðga var vøksturin í 2022 tann størsti nakrantíð.

Tey fyrstu fjúrtan árini í hesi øldini var talið á uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum, eini 500 - 600 um árið. Men so hvørt tað vinnuliga virksemið í Føroyum er nógv vaksið hesi seinastu árini, fór talið at vaksa av álvara í2014, og tað er vaksið síðani. 

Talvan vísir, hvussu nógvir útlendingar hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. hesi seinastu árini er talið nógv vaksið

Fyri 10 árum síðani var talið á arbeiðs- og uppihaldsloyvum 422, men nú hava 3.300 útlendingar arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Serliga vaks talið nógv frá 2021 til 2022. Í 2021 høvdu 2.245 útlendingar arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, men við ársenda í fjør var talið so komið upp á 3.300 útlendingar.  

Men so hvørt sum talið á arbeiðs- og uppihaldsloyvum veksur, veksur eisini talið av lógarbrotum í hesum sambandi. Í nógv ár, heilt fram til 2018, vórðu færri enn 25 brot á útlendingalógina meldað um árið. Men so fór talið at veksa í stórum og í fjør vórðu heili 154 brot á útlendingalógina, meldað.