Ongantíð fleiri enn tríggjar manningar um ein bát

Klaksvíkar Róðrarfelag: Ferðslan er stór í nýggja neystinum í Klaksvík, har 12 manningar halda til

Jóannes Hansen
9. juni 2023 kl. 17:15

Fyri einari viku síðani og harvið undan norðoyastevnu stóð henda greinin í Sosialinum:

Nú leygardagin verður fyrsta FM kappingin í kappróðri. Hon verður í Klaksvík, og har vóna tey, at veðrið nú fer at spæla við. Tað vil siga, at hann verður útsynningur og kanska eitt vet hægri enn tað. Undanfarnu árini hevur alt ikki gingið soleiðis, sum tað varð vónað. Korona avlýsti og útsetti, og í fjør varð barnaróðurin avlýstur orsakað av veðri.

Á nýggjárinum flutti kappróðurin í Klaksvík í nýggja neystið, og har er nógv lív í. 12 manningar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag fara at luttaka í kappróðrinum á norðoyastevnu:

-Tey síðstu fara úr neystinum fram ímóti midnátt, og tá ið klokkan er seks á morgni, eru tey fyrstu aftur í neystinum og venja, so tað slitnar næstan ikki sundur, sigur Sonja Ravnsfjall Kjølbro, sum seinastu árini hevur verið forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag.

Hon og hini í nevndini hava saman við teimum, ið eru kring felagið, brúkt nógva tíð í sambandi við nýggja neystið. Nevndin hevur ábyrgdina av, at skipa tað praktiska og at fáa tíðirnar at passa saman hjá teimum, sum venja í ymsu bátunum og í maskinunum, og stór ábyrgd verður løgd á manningarnar, sum eisini skiftast um reingerðingina í nýggja neystinum.

-Tað eru eini hundrað børn og ungdómar í neystinum hvønn einasta dag. Fyrstu mánaðirnar eftir ársskiftið snúði tað seg um at fáa bátarnar mannaðar og at venja innandura, og síðani á grækarismessu ella har á leið hava tey verið í bátunum, tá ið tað hevur viðrað, og nú eru manningarnar øgiliga spentar til tað verður álvari.

Nevndin blandar seg ikki uppí, tá ið bátarnir verða mannaðir. Tað syrgja rógvararnir sjálvir fyri.

-Frá tí at tey fara í bátarnar og til á ólavsøku eru manningarnar heilt nógv saman. Sammett við annan liðítrótt eru tey væl tættari hvørjum øðrum. Tí er tað so týdningarmikið, at tað sosiala riggar, og okkara royndir eru, at tað roynist best, um tey sjálvi finna útav tí, sigur Sonja Ravnsfjall Kjølbro.

Eingin venjari er í starvi hjá felagnum, men tað eru nakrir, ið hava royndirnar, og sum leggja yngru manningunum lag á. Hesir eru Magnus Norðberg, Jógvan Højgaard og Brandur Kjølbro. Teir rógva allir við Klaksvíkingi. Barnamanningunum taka foreldur sær av.

At tað eru 12 manningar í felagnum ber við sær, at tað  í flestu førunum eru fleiri manningar um hvønn bátin. Tað gongur akkurát, tá ið tað eru tríggjar manningar um ein bát, og í fleiri førum eru tvær manningar um ein bát.

Hvítusunnudagarnar vóru fleiri fremmandii bátar at síggja á vánni í Klaksvík. Tað dámar teimum væl í Klaksvík, og samstarvið er gott, hóast tað snýr seg um stóra kapping í róðrinum.

-Hesa vikuna hevur tað verið serliga nógv ferðsla í neystinum. Okkara manningar venja og eru um bátarnar, og fremmandu manningarnar skifta og eru í brúsu her í neystinum, og so bjóða vit ein kaffimunn, og tað er nógv kappróðrarprát, og hýrurin er góður, greiðir Sonja Ravnsfjall Kjølbro frá.

10-mannafarið Klaksvíkingur hevur staðið seg væl seinastu árini, og í ár líkist manningin nógv henni, sum róði í fjør. Tað eru Magnus Norðberg, Janus Dam Jacobsen og Jógvan Højgaard og ungir rógvarar, sum longu hava nógvar royndir.

Nógvir av teimum, sum í fjør vunnu FM við 6-mannafarinum Páll Fanga, eru nú umborð á 8-mannafarinum Nevinum Reyða, og so er Páll Fangi mannaður av nýggjum, og millum dreingjamanningarnar er onkur, sum áður hevur vunnið FM.

Meðan mannfólkini síðstu árini hava vunnið nógv, so hevur tað verið longri millum sigrarnar á kvinnusíðuni. Í fjør vann Fípan Fagra FM í gentukappingini. Henda manningin heldur framvegis saman, og nú luttaka tær í kappingini fyri 5-mannafør við kvinnum. 6-mannafarið Páll Fangi er mannaður við somu kvinnumanning sum í fjør.

-

Á norðoyastevnu vann 5-mannafarið Fípan Fagra tríggjar róðrar - barnaróður dreingir, dreingir 17 - 18 ár og 5-mannafør kvinnur. Tveir aðrir bátar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag vunnu eisini - 8-mannafarið Nevið Reyða og 10-mannafarið Klaksvíkingur.