Ongantíð áður hevur tað verið lagt so bragdliga fyri

Týski sigurin ímóti Skotlandi er tann størsti yvirhøvur í fyrsta dysti í EM endaspæli

Jóannes Hansen
14. juni 2024 kl. 22:16

Síðani 1960 hevur tað verið kappast um EM í fótbólti, og ongantíð áður í hesi 60 árini hevur tað í fyrsta dystinum verið talan um so stóran sigur sum tann, ið týsku vertirnir í kvøld vunnu ímóti Skotlandi.

Úrslitið var 5-1 eftir 3-0 í fyrra hálvleiki. Týskland legði seg beinanvegin á odda 2-0 við málum, sum Florian Wirtz og Jamal Musiala skoraðu.

Skotska avrikið ímóti sera væl uppløgdum týskum liði var so vánaligt, at tað kendist sum um, at skotar undan dystarbyrjan høvdu givið skarvin yvir.

Lítla løtu undan steðginum varð mótbrekkan uppaftur brattari, tá ið Ryan Porteous sá beinleiðis reytt, og Kai Havertz umsetti brotssparkið til 3-0.

Leikferðin hjá týskarunum var eftir steðgin eitt sindur lægri, men talan var um møguleikar og mál. Innskifti Niclas Füllkrug økti um munin til 4-0, so gjørdi Antonio Rüdiger sjálvmál, áðrenn Emre Can í síðstu løtu staðfesti 5-1 heimasigurin, sum er tann størsti nakrantíð í fyrsta dysti í EM endaspæli.

Týskararnir vístu og megnaðu tað, sum varð roknað við, meðan skotarnir bæði í bóltførleika og spælfatan og skili vóru langt frá tí, sum tað eigur at verða roknað við, tá ið talan er um EM endaspæl.