Óneyðugt við klædnareglum í skúlanum

Nevndarlimur í Lærarafelagnum heldur kortini, at reglurnar í Vestmanna eru sera lagaligar

Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Lærarafelanum. Myndin er frá Skúlablaðnum
Áki Bertholdsen
9. mai 2023 kl. 09:10

Tað hevur altíð staðið til hvønn einstakan at lata seg í, sum einum lystir. Tað staðfestir Bergur Samuelsen, nevndarlimur íLærarafelagnum í Skúlablaðnum.

Og hann ivast í um tað er neyðugt at skúlin skal hava reglur fyri, hvørjum klæðum tey skulu vera í, tá ið tey eru í skúla.

Kortini heldur hann, at reglurnar í Vestmanna eru sera lagaliga, so allar flestu næminganir vera als ikki ávirkaðir av teimum. 

Og endamálið við reglunum er eisini gott tí tað er er at tryggja eitt ótarnað arbeiðsumhvørvi er týdningarmikið, at øll eru hóskandi ílatin.

– So fyri mær, er hetta helst meira symbolpolitikkur, sigur hann við Skúlablaðið.

Men hann sigur, kortini, at honum hóvar ikki, at slíkar reglur eru í gildið yvirhøvir. Tað hevur ongantíð verið norðurlendsk siðvenja, eins og tað er í USA, ella í bretsku oyggjunum, at hava slíkar klædnareglur. Tað hevur altíð staðið til ein og hvønn at lata seg í, sum einum lystir, sigur hann.

Men hann sigur, at tað skal vera við tí frælsi og ábyrgd, sum tað altíð inniber, bæði fyri gentur og dreingir. Og tey allar allar flestu lata seg í innan fyri mark - hvat tað so er. Hann sigur, at tað er væl mótin, sum avgerð tað, og móti kann vera ringur at skilja, men hann skiftur alla tíðina.

– Mínar royndir sum lærari í nøkur og tjúgu ár eru annars, at hetta er ein sera avmarkaður trupulleiki – um tað er nakar trupulleiki yvirhøvur. 

­– Men tá ið so onkur tílík avbjóðing hevur verið, hevur tað oftast fjarað burtur av sær sjálvum, leggur hann afturat. Hann minnist hvussu summir dreingir eina ferð gingu høgt uppí at hála brøkurnar niður á hálvan afturpartin, og undirbuksirnar komu undan. Brøkurnar vóru eisini sera víðar, men hetta hvarv so líðandi aftur, sigur hann.

– Um nakað tað sama mundi vóru nalvablusurnar eisini væl dámdar. Men hann minnist ikki, at talan nakrantíð var um at nokta fyri hesum, so størri enn so var trupulleikin ikki. 

Hann minnist eisini eina ferð at ein genta í tílíkari nalvablus, setti seg á pultin hjá okkum lærarum í onkrum steðgi og segði, at hon hevði eitthvørt at tosa við okkum um. 

– Tá bleiv altíð sagt nakað soleiðis, at tað var gaman í, men fyrst mátti hon fara yvir á sítt pláss og so var tað úti av verðini. 

– Eg minnist einki til, at nakar lærari er komin illa fyri av slíkum, sigur hann við Skúlablaðið.

Nevndarlimurin heldur, at helst hevði tað verið bæði løgið og óheppið at lærarar skuldu farið í hernað ímóti onkrum tílíkum klædnaplaggi, sum var mett at vera uttan fyri reglur skúlans. 

– Tað hevði helst fingið tann øvuta virknaðin, heldur Bergur Samuelsen.

Sostatt er hann bangin fyri, at slíkar reglur kunnu elva trupulleika, sum í sera lítlan mun er til í dag. – Arbeiðsumhvørvið verður, mær vitandi, ikki tarnað av onkrum klædnabúna í dagsins skúla. Tí er ikki neyðugt við klædareglum í skúlunum, sigur Bergur Samuelsen við Skúlablaðið.