One Life sigur okkum lívskveikjandi og sonnu søguna um Sir Nicholas ‘Nicky’ Winton, sum beint undan øðrum verðaldarbardaga bjargaði 669 børnum frá at falla í hendurnar á nazistum og verða fyribeind.
Nicky var bankamaður og ikki í starvi hjá vælgerandi felagsskapi av nøkrum slag. Men tá hann vitjaði í hersetta Prag fyri jól í 1938, og við egnum eygum sá, hvussu jødar vórðu viðfarnir, gjørdi hann tað, sum hann helt vera einasta rætta hjá øllum at gera í hesi støðu.
Kríggið nærkast, marknaliðin kunnu hvørja løtu verða stongd og tíðin gongur undan.
50 ár seinni, í 1988, hevur Nicky enn marrudreymar um børnini, hann ikki megnaði at hjálpa. Ikki fyrr enn hann í beinleiðis sjónvarpssending hjá BBC, That’s Life, møtir øllum børnunum, hann hjálpti og bjargaði, kundi hann læra seg at liva við, at tá tú ófyrireikaður rennir teg í so oyðileggandi ræðuleikar, sum í Prag 50 ár undan, er tað ein sigur, at bjarga bara einum lívi.
Samstundis gjørdist ósagda hetjusøgan um Sir Nicholas ’Nicky’ Winton kend í bretska heimlandinum.
Leikstjórin, James Hawes, hevur fyrr gjørt virðisløntar sjónvarpsrøðir og filmar sum Black Mirror, Enid og The Challenger Disater.
Til filmin One Life hevur hann savnað eina røð av stjørnum sum Anthony Hopkins í høvuðsleiklutinum, Helena Bonham Carter, Jonathan Pryce og Lena Olin.
Við hesum triðja holocaustfilmi síðan ársskiftið, fer Filmsfelagið nú í summarfrí og byrjar aftur mikudagin 28. august við italska filminum Ein nútímans kvinna, sum er um Mariu Montessori.
Filmsfelagið: 19/6 kl 20:00 One Life (James Hawes Bretland 2023 118 min)