Omicron letur aftur landamørk

Óvissan kring smittu- og heilsuvandan av omicron frábrigdinum fær lond at lata landamørkini aftur. ES, USA og Stórabretland hava øll latið aftur fyri ferðandi úr Suðurafrika.

Steinar Patursson
29. november 2021 kl. 11:09

Nýgga koronufrábrigdið, omicron, hevur nú fingið fleiri lond at óttast og herða regurnar fyri ferðslu inn í landið.

Danmark hevur, eins og restin av ES, Stórabretland og USA, sett ferðabann móti ferðand úr Suðurafrika og øllum grannalondunum har, og hetta hevur harafturímóti fingið forsetan í Suðurafrika, Cyril Ramaphosa, at tala at.

Sambært BBC sigur Cyril Ramaphosa, at hann er sera skuffaður av avgerðini at lata mørkini aftur fyri Suðurafrika, og hann heldur, at átøkini móti Suðurafrika skuldu verið slept.

Nýggja omicron frábrigdið varð fyrstu ferð uppdagað í Suðurafrika fyrr í hesum mánaðinum, og omicron er nú tað frábrigdið, ið stendur fyri flestum tilburðum í landslutinum Gauteng í Suðurafrika.

Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at hóast vit ikki vita nógv um omicron frábrigdið, kann talan vera um eina globala hóttan, ið skal takast í álvara.

Heilsugranskarar úr Suðurafrika søgdu við BBC í farnu viku, at talan var um mest muteraða covid-19 frábrigdið, ið teir høvdu sæð higartil.

Og tað er heldur ikki bara um okkara leiðir, at nýggja frábrigdið fær fólk at óttast. Japan hevur tikið avgerð um at lata mørkini aftur fyri øllum ferðandi, ið ikki eru úr Japan, eins og ætlaða upplatingin í Australia er fyribils steðgað.