Soleiðis sá út á Tjørnuvíkarvegnum í morgun. Myndin er av Facebook
Omanlop í Tjørnuvík - sleppa hvørki frá ella til
Landsverk fara nú at rudda vegin
Áki Bertholdsen
24. oktober 2024 kl. 07:43
Tað hevur regnað rættiliga illa í seinastuni og tað var meiri enn lendið oman fyri Tjørnuvíkarvegin toldi.
Løgreglan sigur, at oman fyri trygdarnetið framvið vegnum, er ein á lopin og har er so nógv av gróti og mold lopið á vegin, at har er ikki koyrandi.
Landsverk hevur boðað frá, at tað er neyðugt at fáa fatur á stórum maskinum fyri at fáa vegin ruddaðan aftur, so tey vita ikki, nær tað verður koyrandi aftur.