Omanlop ger at tað er ikki koyrandi

Vegurin til og úr Tjørnuvík er stongdur beint nú

Áki Bertholdsen
22. mai 2024 kl. 07:41

Fyri eini lítlari løtu síðani varð ringt til løgregluna at boða frá, at tað er ikki koyrandi á Tjørnuvíkarvegnum.

Orsøkin er, at tað er lopið á vegin og tað er so mikið nógv á vegnum, a tað er ikki koyrandi.

Tíbetur lá eingin undir og løgreglan sigur, at Landsverk hevur fingið boð um omanlopið. Tey eru farin at kanna málið og at rudda.