Ómaksgjøldini hjá bankunum øktar við 200 milliónum upp á tíggju ár

Síðani 2016 hava føroysku bankarnir havt eitt positivt eginpeningsavkast. Verður hugt eftir ómaksgjøldunum, so eru hesi hækkaði við 200 milliónum krónum frá 2010 til 2020

Sigurjón Einarsson
18. oktober 2021 kl. 11:30

Mynd eitt niðanfyri vísir eginpeningsavkastið hjá føroysku peningastovnunum frá 2010 til 2020. Síðani 2016 hava allir føroysku bankarnir havt eitt positivt eginpeningsavkast. Fyri tíðarskeiðið eru 2016 og 2017 tey bestu árini fyri allar bankar. At avkastið síðstu tvey árini ikki hava verið líka góð, er bæði tí úrslitið eftir skatt hevur verið eitt vet minni hesi ár, men eisini tí eginpeningurin hevur verið nakað hægri hesi árini. Kapitalkrøvini til bankarnar hava síðani heimsumfatandi fíggjarkreppuna í 2008 verið hækkandi, og tí hækkar eginpeningurin.

Í 2019, ið var seinasta ‘vanliga’ árið, áðrenn koronufarsóttin rakti, var árliga avkastið av eginpeninginum hjá Bank Nordik 10 prosent, hjá Betri Banka 6,2 prosent, hjá Norðoya Sparikassa 3,5 prosent og hjá Suðuroyar Sparikassa 0,63 prosent. Sambært Finans Danmark var eginpeningsavkastið eftir skatt fyri danskar bankar til samanbering í miðal 8,6 prosent í 2019. 

Tað sæst millum annað at lesa í greiningini hjá Landsbanka Føroya fyri annan ársfjórðing í 2021.

Ómaksgjøldini hækkað við 200 milliónum upp á tíggju ár

Mynd tvey vísir inntøkurnar frá rentum og ómaksgjøldum hjá føroysku bankunum í árunum 2010 til 2020. Nettorentuinntøkurnar hjá bankunum vuksu frá 2010 til 2012, tá tær vóru í hæddini á umleið eina milliard krónur.

Síðani 2012 eru nettorentuinntøkurnar falnar frá at vera umleið eina milliard krónur til at vera umleið 700 milliónir krónur í 2020. Inntøkurnar frá ómaksgjøldum vóru umleið 100 milliónir krónur í 2010, og eru tær síðani vaksnar til umleið 300 milliónir krónur í 2020. Inntøkurnar frá rentum og ómaksgjøldum eru tilsamans hækkaðar frá at vera umleið 770 milliónir krónur í 2010 til at vera eina milliard krónur í 2020 – ein vøkstur á umleið 30 prosent ella í miðal 2,7 prosent um árið hetta tíðarskeiðið.

Vinningsbýti

Fíggjareftirlitið heitti í tíðindaskrivi í juni 2020 á danskar bankar (og aðrar danskar kredittstovnar) um ikki at rinda út vinningsbýti. Føroysku peningastovnarnir tóku somuleiðis hetta tilmæli til sín, og eingin av bankunum rindaði út vinningsbýti í 2020 (fyri árið 2019). Í desember 2020 var tilmælið mett av nýggjum, og nú verður mælt til, at vinningsbýti einans verður goldið, um einstaki bankin megnar at lúka ein harðan stresstest, umframt at hava nóg mikið av meirkapitali í mun til krøvini, eftir at vinningsbýtið er goldið. Vinningsbýti eigur harafturat bert at vera útgoldið í mun til úrslitið í 2020, og eigur at vera lægri, enn hvat útgoldið hevur verið í árunum áðrenn koronufarsóttin rakti okkum.

Tað er bert Bank Nordik, sum í 2021 hevur valt at rinda út vinningsbýti, og tað var fimm krónur fyri hvørt partabrævi ella 48 milliónir krónur tilsamans. Til samanberingar rindaði bankin í 2019 sjey krónur fyri hvørt partabrævi, ella tilsamans 70 milliónir krónur. Av tí at Bank Nordik hevur selt sína bankadeild í Danmark til Spar Nord, ætlar bankin harumframt at rinda 700 milliónir krónur út í vinningsbýti – Harav verða 450 milliónir krónur útgoldnar í ár og 250 milliónir krónur verða býttar út í 2022 og 2023.

Útlit fyri 2021

Sambært roknskapinum, er úrslitið fyri skatt í 2020 hjá øllum føroysku bankunum positivt og tí tykjast bankarnir at vera komnir væl frá koronufarsóttini í 2020, hóast ikki er vist, um allar súðir eru syftar enn. Teir tríggir størstu bankarnir hava allir betri vónir fyri 2021, enn teir høvdu fyri 2020. Bank Nordik væntar eitt úrslit millum 150-200 milliónir krónur, meðan væntanin til 2020 var millum 100-150 milliónir krónur. Somu tøl fyri Betri Banka er 60-80 milliónir krónur í úrsliti fyri skatt í 2021 í mun til 40-60 milliónir krónur fyri árið 2020. Eisini Norðoya Sparikassi væntar betri úrslit í 2021 enn í 2020, meðan Suðuroyar Sparikassi væntar umleið sama úrslit í 2021 sum í 2020.

Kelda: Landsbanki Føroya