Vónin hjá íslendingum at røkka í hálvfinalurnar er lítil, eftir at íslendingar í dag løgdu rygg til 39 – 32 tap ímóti Fraklandi, sum verður roknað at vera ein av stóru favorittunum at vinna EM heitið.
Hálvleiksstøðan var 17 – 14 til Frakland, eftir at tað fyrstu løtuna hevði gingið javnt á.
Tá ið Frakland tíðliga í 2. hálvleiki var frammanfyri við seks málum sá tað út til, at talan fór at verða um stórt skrædl, men so svaraðu íslendingar aftur, og tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin, var munurin trý mál.
Tá sóu treisku íslendingarnir til at rokna við møguleikanum, men tað eydnaðist ongantíð heilt at hótta Frakland, sum vísti seg at hava breiðari hóp og sera stinnan málverja. Síðstu løtuna fóru fraklendingar heilt undan og vunnu 39 – 32.
Vónin hjá íslendingum at vinna seg í hávlfinaluna er nú burtur, men íslendingar hava framvegis nógv at spæla fyri. Nú snýr tað seg um at kvalifisera seg at vera við í OL, sum í summar verður í Frakandi. Um tann dreymurin skal verða veruleiki, so er neyðugt hjá íslendingum at vinna seinnapartin mánadagin ímóti Kroatia og seinnapartin mikudagin ímóti Eysturríki.
Mánakvøldið fer Frakland at spæla ímóti Eysturríki og mikukvøldið ímóti Ungarn. Burtursæð frá Íslandi, so hava hini fýra liðini framvegis møguleika saman við Fraklandi at vinna seg í hálvfinaluna. Klokkan 17 í dag hittast Ungarn og Kroatia, og klokkan 19.30 verður grannauppgerð millum Týskland og Eysturríki.