Olaf Lava varð føddur í Havn tíðliga í seinastu øld og vaks upp í húsunum á Lava undir Ryggi í Havn. Hann sigur frá Havnini í sínum uppvøkstri og ungdómi, frá ólavsøkuni tá í tíðini, frá støðum, hendingum og fólkum, sum hann minnist. Tá ið hann vaks upp, var sluppfiskiskapurin í hæddini, nógvur útróður var, og vanligt var at síggja havnarkonur standa á seiðabergi. Og stórur munur var millum lívið hjá stórbóndunum í Føroyum og vanliga fólkinum.
"Eg er føddur á Lava. Lava-húsini standa undir Ryggi. Vit vóru trý systkin, og eg var yngstur. Mamma okkara doyði, tá ið eg var smádrongur. Systrarnar vórðu verandi eftir í heiminum, og eg skuldi so vera úti á Argjum í fyrsta umfari hjá eini mammusystur, sum búði harúti. Hon gjørdist tó sjúk og doyði, so var eg aftur á Lava, men so endaði eg vesturi í Vágum. Mamma mín var slektað úr Miðvági. Eg varð settur upp á land vesturi í Miðvági við eini slupp; hin gamli førdi skip tá í tíðini. Teir róðu meg inn á ein tanga við har, sum skúlin er. Eg minnist lítið til tíðina har vesturi. Eg minnist bara tann dagin, tá ið eg skuldi í skúla vesturi í Miðvági. Har kom eg at standa í einum rað við einum 8-10 børnum, kanska meir. Har stóð eg so púra fremmandur millum hesi børnini. Eg var so har vesturi, til eg var eini 12-13 ára gamal, so kom eg aftur til Havnar at ganga í skúla".
"Men eg fekk einki burtur úr skúlagongdini, hvørki í Miðvági ella í Havn. Tað var soleiðis tá í tíðini, at tann, sum lítið dugdi, varð bara settur á aftasta bonk, og har sat hann sum eitt ólukkudýr. Tey, sum vóru frægast fyri, hevði lærarin næst við seg. Tað skuldi sjálvandi verið øvut".
Fór upp á skúla
"Eg fór so út at fiska 1919, so eg havi verið eini 16 ár. So fiskaði eg í tvey ár og kom so aftur um heystið. So sigi eg við hin gamla hjá mær, at nú ætli eg mær at fara at ganga upp á skúla. “Ikki talan um, at tú fert at gera allari familjuni fyri skommum!” var svarið. So lítið metti hann meg. Tað er mangt at flenna at aftaná, hóast alt".
"Tað leggi eg einki í, sigi eg, tí tað ganga nógvir dreingir har, sum heldur ikki hava fingið serligan skúlagang. Eg kann jú dumpa tað sama sum onkur annar. – So fór eg. Eg var tó so heppin, at eg fekk ein so sera góðan lærara, sum æt Jógvan hjá Mikkjali. Hann hevði eitt so óføra gott tol við mær. Nú var tað tað, at eg var úr Havn, og hann kanska kendi hin gamla væl. Og hann fekk hálað meg ígjøgnum og við ein glans! Eg fekk yvir miðal í karakter. Tá segði hin gamli, at tað hevði hann forsvorið, at eg skuldi klára tað".
"Tað var setuskiparaprógvið. “Sætterskipper” róptu tey tað tá í tíðini. So hevði tú pappír upp á at fara til Íslands. Men eg haldi ikki, at vit høvdu loyvi til at fara til Grønlands. Tá skuldi vit hava longdina eisini; vit høvdu bara breiddina. – Eg kom tó ongantíð at hava brúk fyri útbúgvingini. Eg fór at sigla í koffardi (við farmaskipi) í staðin fyri, tá ið eg helt upp at at fiska. Eg setti pening í felagið, sum átti Tjaldrið. Eg fór so niður eftir tí fyrsta Tjaldrinum í 1925, og sigldi so við har í nøkur ár. So eg gleið út av fiskarínum".
Fór á land
"Eg fiskaði við Marshall, og so fiskaði eg við einum, sum æt Puritana; hon forlisti í 1920. Ein pápabeiggi mín førdi hana; hann æt Pauli á Lava. Hann fór niður við fiski til Bretlands og fekk so ógvuliga ringt veður uppaftur. Hann fór upp á land í Hebridunum onkustaðni. Tveir mans vórðu bjargaðir, men Palli og sonurin druknaðu. Sonurin skuldi við til stuttleika. Hann var júst komin út av realskúlanum; hetta var um heystið.. Tað var ein stór uppliving at sleppa til útlondini tá í tíðini. Tað lá soleiðis fyri, at eg slapp ikki við, tí Palli var burtur og Jens var burtur, og hin gamli var einsamallur eftir at rógva út, so eg mátti vera heima hetta heystið. – Soleiðis fór hann".
"So var eg trý ella fýra ár við einum, teir róptu fyri Slatrið. Tað átti Hans í Funningsstovu. Vestara Vág lá full av sluppum fyrr í tíðini. Eg minnist ikki aftur, hvussu nógvar tær vóru, men Karl hjá Langharald visti akkurát nummar og nøvn á øllum hesum skipunum, sum lógu á Vestaru Vág um vetrarnar. Og tað er kort síðani. Hann hevur rímiligt einki annað sæð sum barn. Hann búði úti á Reyni. Hann var sera skilagóður. Eg plagdi at spyrja hann: “Hvat nummar hevur handan sluppin”, og hann svaraði beinanvegin".
Manningin, ið var við Tjaldrinum
"Sámal á Smyrli – tað eru eini trý ár síðani, hann doyði – fortaldi, at nú vóru vit bara tveir eftir á lívi av tí manningini. Nú er tað so trý ár síðan, at hann doyði, so nú eri bara eg eftir".
Uttasta húsið
"Eg setti so búgv her á Evensenstrøð. Húsini her vórðu bygd í 1929. – Hetta var uttasta húsið í nógv ár. Evensenstrøð er alt hetta her omaneftir hendan vegin. Og tað, sum er omanfyri, er Lützenstrøð. Evensen átti eina trøð yviri á Torvgarði eisini. Tað er har á leið, sum Eystfalssker er".
Kongatrappan
"Kongatrappan varð gjørd í sambandi við, at Christian IX var her og vitjaði í 1878, og tá varð Kongabrúgvin eisini gjørd. Tað vóru eini tvey, trý trin á sjálvum horninum. Hornið er har enn".
"Tað sigst, at nógv fólk var komið saman, tá ið kongur steig á land. Millum annað prátaði kongur við Pink-Hanus, sum búði niðri á Ryggi. Kongur spurdi Hanus, hvar hann búði. Tá svaraði Pink-Hanus “Jeg bor mellem Guste og Gine.” Hetta var jú eisini rætt; hann búði millum hesar báðar. Tað sigst, at Pink-Hanus var blíður við kong og bjóðaði honum inn. Kongur mundi ikki taka av".
Úti á Støð
"Ein støð var uttan fyri Kongabrúnna við nøkrum neystum. Vit róptu økið har úti á Støð. Tá var ikki framkomandi út eftir í neðra. Jens í Dali og Jens Olsen høvdu bygt hvør sítt pakkhús harúti. Teir turkaðu fisk o.tíl. har, og har landaðu teir fisk tá í tíðini. Tað var eitt brúgvarskapilsi har, men tað var ikki mætari enn so, enn at fiskurin frá sluppunum mátti førast í land við báti. Har arbeiddi rættiliga nógv fólk tá, eisini gomul fólk. Tað hevur verið undir fyrra verðinskríggj; tá havi eg verið um 14-ára aldur. Tey vaskaðu fisk niðri í fjøruni har. Men tað var ikki gangandi heim eftir har, tí har var so bratt. Tú mátti niðan á Skansavegin fyri at sleppa heim í býin. Tað minnist eg væl. So varð vegur gjørdur, tá ið kaiin kom".
Bygdarmenn
"Tvey neyst vóru har á leiðini. Petur Hans á Krákusteini átti tey. Tey standa tóm nú. Tey siga fyri mær, at tey eru friðað. Petur Hans var ikki havnarmaður. Hann var komin úr Søldarfirði, haldi eg. Tann, sum búði við síðuna av honum, var slektaður úr Lamba. Teir róptu hann fyri Heina á Trøðni. Tað hava verið nógvir bygdarmenn, sum fluttu til Havnar tá í tíðini".
"Sámal á Krákusteini var ein annar. Tey húsini eru burtur nú. Hann var slektaður úr Saltangará. So bara har niðri á Skansavegnum hava verið tríggir bygdarmenn. Teir hava so lagt traðir inn niðri á Torvgarði, tí allir høvdu teir kúgv".
Molin og Skansatangi
"Eg minnist, tá ið teir fóru undir at byggja molan. Eg hevði verið á útróðrum tann dagin við einum av pápabeiggjunum – úti í fjørðinum. Tá minnist eg, at teir sótu og boraðu við hond vestan fyri Skansatanga. Tað var ein sovorðin kneysi har, men eg kann bara ikki minnast, hvussu hann æt. Millum har hevði Jens Olsen lýsismeltarí í sínari tíð. Har plagdu skipini at barka seglini, á helluni niðan frá har. Tað var eitt sera ónossligt arbeiði. Tað var eitt hús og nakrir ketlar"
Sagt varð, at Skansatangi skuldi vera friðaður. So tangin er undan enn. Tað vóru tríggir boðar úteftir – Skansaboðarnir, teir róptu. Tað vóru hesir boðarnir, sum gjørdu tann stóra skaðan. Tað var so grunt, og teir brutu inneftir. Tað er langt síðani, eg var á floti, men nú siga teir fyri mær, at nú hava teir fylt oman á boðarnar. Nú er djúpt til síðurnar, men tað hevur eingin ódn verið, síðani hetta arbeiði byrjaði. Boðarnir eru beint út úr Skansatanga. Onkur skip eru komin illa fyri har í mínari tíð. Tey eru komin ov nær omaneftir. Tá ið tú kemur, skalt tú hava fossin (Sandagerðisfoss) undan hesum landinum (Álakeri). Nú er eingin fossur longur. So gekst tú klárur av boðunum. Tað er gamalt ýti."
Skarvhella
"Ein kanón stendur eftir eingilskmonnunum á niðara volli. Hyggur tú niðurav har, so sært tú eina hellu; hon fer so spakuliga heilt út í sjógvin. Tað er Skarvhella. Tað er hált har. Onkur plagdi at fara at stinga sær nakrar fliður og hevur verið áhaldsin har. Annars er eitt seiðabergspláss beint niðanfyri. Har er eitt dýpi. Har plagdu teir at sita nógv á seiðabergi fyrr".
Ódn
"Tað skal einaferð hava verið ein sovorðin ódn í Havnini, at ein stórur steinur kom upp á niðara volla. Hesin Pól á Ryggi, sum vit róptu, bygdi í 1905, segði, at hann mintist væl tann steinin. Hann var so stórur, at teir máttu spreingja hann fyri at fáa hann burtur. Pól mintist steinin, segði hann, men tað var hent fyri hansara tíð. Hann var 94 ár tá ið hann doyði, og tað eru nógv ár síðani, hann doyði. – Hann segði eisini fyri mær, at tá ið hann stóð har niðri – har sum húsini hjá Óla á Brekku standa í dag – tá ið hann var smádrongur, sást einki hús í Havnini. Har var ein sovorðin lægd. Bert okkurt hoyggjhús úti á Landavegnum sást. Tað hevur verið onkuntíð í átjanhundrað og fýrsunum".
Bað um at fáa ein royk
"Eg hava eina lítla søgu frá abba mínum, sum var jekari, t.e. soldátur á Skansanum. Hann fortaldi, at einaferð, hann hevði vakt harúti, sat gandakellingin í Skúvoy har. Eg minnist ikki aftur, hvussu hon æt (Hetta var Sára Malena). Lava-Jákup roykti so illa, og so ein morgunin hevði hon spurt, um hon ikki kundi fáa ein royk frá honum – úr pípuni. Tað var gaman í, helt hann. Hetta var um náttina, og so móti morgni nú kemur politimeistarin; hann gekk hvønn morgun út at hyggja eftir, um alt var í lagi. Men tey høvdu durvað, og nú vaknar hann, og tubbaksroykur mátti ikki vera inni, so hann fór at lufta alt út, áðrenn fútin kom. Tá segði hon við hann, at hatta skalt tú ikki hava gjørt fyri einki, – hatta skalt tú fáa lønt. Hygg oman í víkina, tá ið tú fert til hús (t.e. Sersjantavíkina). Og tá var ein hvalur komin upp á land har, og hann var akkurát deyður. Tað kom væl við her heima".
Til forhoyr
"Eg minnist væl, at tað var ikki tespiligt, tá ið ein maður hevði forbrotið seg ella okkurt sovorðið. Tí so skuldi hann til forhoyr av og á, og so máttu hann koma eftir Kongabrúnni við einum politimanni. Tað var ikki stuttligt, tí fólk samlaðust undir neystinum at hyggja. Tað var ikki so nógv at uppliva tá í tíðini".
Ymisk hús
"Tjørnuvíks-Olevina keypti húsini, sum Jógvan og Bina í Lágni høvdu búð í. Olevina átti tveir dreingir; tey róptu teir fyri Jampan og Boyggi. Teir vóru nakað til aldur sum eg, og teir vóru sovorðnir óførir kvøðarar. Tað var Avhaldið sunnukvøld. Tað var einki annað tá í tíðini. Tað varð ikki góður dansur, fyrr enn teir báðir komu".
"So stóðu eini onnur hús við síðuna av; tað var eisini ein lítil smátta. Tey róptu tað “hjá Rommabba”. Tað var ein gomul kona, sum búði har, sum eg minnist. Hon átti ein son, og hann flutti til Klaksvíkar at búgva".
"Og so er tað har niðri í Kilakanalini, sum tað verður rópt. Tey fyrstu húsini, tú kemur til har, veit eg so lítið um. Eitt nú var Viljormur Tórsheim slektaður úr einum av teimum húsunum, t.e. keisarin, vit róptu. Og so var tað ein, tey róptu fyri Polla-Vilhelm; hann var slektaður úr einum húsum við síðuna av. Eg vil vera við, at teir hava rivið okkurt niður av hesum húsunum. Tað vóru fleiri. Og so er tað Mýruhúsini. Úr tí húsinum sigst, at familjan hjá mær er slektað. Lava-Jákup, sum var pápi at øllum lava-monnunum, var slektaður úr tí húsinum, men hevur ikki búð har".
Lava-Jákup
"Hesin Lava-Jákup var abbi mín. Hann doyði undir fyrra verðinskríggj. Eg minnist hann væl; eg búði sum nevnt hjá honum. Um hann hevur verið føddur á Mýruni, dugi eg ikki at siga, men eg átti ein beiggja, sum var skúlalærari; hann æt Johan (Hanne). Davidsen og hann høvdu granskað familjuna. Teir komu til ta niðurstøðu, at Lava-Jákup var slektaður av Mýruni. Hann kom eini 20 ár aftan á hinar beiggjarnar. Tað plagdu teir at flenna at, men eg veit ikki, um tað passar. So hann hevur kanska keypt hesi húsini frá onkrum tá í tíðini og er fluttur inn har".
"Lava-Jákup var uml. 70 ár, tá ið hann doyði. Tað var í 1914 ella -15. Hann varð føddur í 1845. Kongliga handilin hevur hann so upplivað, meðni. Hann var so hegnigur maður. Hann skuldi vera íðin útróðrarmaður, og hann hevði til arbeiði at røkja politibátin og politineystið, sum var har niðri á Kongabrúnni tá í tíðini. Teir høvdu einar tveir ella tríggjar bátar standandi; politistin róptu teir ein. Og so var ein uppaftur størri bátur eisini. Eg haldi ikki, at teir vórðu brúktir í mínari tíð. Tað var alt neyst heimeftir tann vegin, frá Kristian í Ólastovu og heim til Poul í Geil. Og so var tað Nótaneystið o.s.fr. Bátarnar stóðu uppsettir á Kongabrúnni. Har var eingin ferðsla ella nakað sum helst. – Tey høvdu sagt okkurt, høvdu tey sæð aftur í verðina".
Funningsstova
"Og so er tað hin slektin, t.e. funningsstovuslektin. Omma mín var úr Funningsstovu. Tað húsið var beint niðan fyri Ydun (á Reyni). Tað segðist, at tað búðu tvær familjur í hasum húsinum. Tað var ikki nøkur flott íbúð, ið tey hava havt tá í tíðini. Tann, sum minnist Gongina – tað vóru smáttur. Tey bygdu eisini so tætt saman altíð. Og tey vildu ikki hava nakað serligt pláss uttanum. Tað skuldi vera so nær hvørjum øðrum sum møguligt".
"Eg veit ikki, nær ið nýggja Funningsstova varð bygd; hon er í endanum í konsulátinum hjá Knút Lambaa, t.e. í skotinum har. Tað rópa tey í Funningsstovu í dag. Tá ið tú fert niðan ímillum har, so er Funningsstova á vinstru síðu".
Hjá Jóapól (Dandastova)
"Eg minnist nógvar gamlar menn harúti, ið búðu rundan um handilin hjá Evensen og Hans Olsen. Eitt nú húsið, sum sølubúð er í nú, t.e. hjá Jóapól. Tað er við Hotel Djurhuus (nú húsast Matstovan Áarstova her), tá ið tú snarar niðan til Kathrinu (Christiansen), til vinstru. Jú, Dandastovu, róptu teir tað. Bakarin í Horni hevði sølu har, tá ið eg var smádrongur. Hann bakaði annars harúti, og so hevði hann eitt lítið skapilsi har í erva. Hann bakaði mest breyð og fransbreyð, og kanska onkran kakubita eisini. Kjelnes bakaði har uppi í Bringsnagøtu, og hann skuldi vera so sera fínur bakari, segðist. Hann hevði so avbera fínar kakur".
"Tú sært hvussu lítið húsið er. Men har búði tvær familjur. Jóapól búði har og Weihe-familjan, t.e. foreldur at prestinum Weihe. Tað vóru tveir beiggjar, Djóni æt annar. Hin búði úti í Bø. Teir vóru slektaðir haðani. Tað vóru tvær íbúðir, so tú kanst ímynda tær, hvussu smáligt tað hevur verið".
Hjá Teistanum
"Eitt hús undir Ryggi róptu tey hjá Teistanum.Tað var ein útlendingur, ið bygdi húsini. Hann gekk altíð í so penum reyðum hosum, og sum tú veitst, hevur teisti reyð bein. Soleiðis fekk húsið teistanavnið. – Seinni búði Valta-Trina har. Tey róptu tað eisini hjá Teista-Trinu, so hon fekk navnið. Hon átti eini 4 ella 5 børn, ein búði uppi á Hvítanesi, ein búði í Gøtu, og ein var gift í Havn – møguliga búðu tvær í Gøtu. Ein drongur var; hann doyði rættiliga ungur. Men tær genturnar gjørdust allar oldingar. Serliga onnur av teimum í Gøtu; hon mundi vera elst".
"Ein av hesum systrunum plagdi at hava fyri munni, at “væl man siropsvatnið havt stimbrað kortini ...” . Fátæksligt var í uppvøkstrinum, so siropsvatn varð drukkið (í staðin fyri mjólk), men allar systrarnar gjørdust elligamlar".
Weisa-húsið
"Við síðuna av Lavanum standa eini lítil hús. Tað var ein familja, sum rýmdi haðani til Suðuroyar at búgva. Tað var Weisa-húsið, tey róptu. Tað var ein lítil smátta eisini, og tað vóru nógv børn; tað minnist eg, at hin gamli plagdi at fortelja frá. Og tey rýmdu suður á Tvøroyri. Tað kom so nógv arbeiði har, tá ið Mortensens-menninir vóru í vælmaktini. So tey fóru suður har at arbeiða fisk og tílíkt. Húsið stóð so tómt. Jens á Lava (Olsen) hevði handil, og hann brúkti tað mest til skrambul, og so varð tað gjørt um til íshús til at goyma sild og agn í".
"Jens á Lava var yngstur av teimum beiggjunum, t.e. lava-monnunum. Og hann gjørdist einkjumaður tíðliga í tíðini. Tað var undan fyrra kríggj. So fór hann til Amerika. Hann kemur so aftur á Lavan, og hann keypti hetta lítla húsið við síðuna av. Men hann fekk ikki loyvi til at byggja tað um. Tað var friðað. Hann tók so bara heilt róliga og stoypti rundan um húsið – betong alt sum var. Tak og tað heila útyvir, og so varð alt innan tikið niður, og so varð bygt av nýggjum innan. Hann fekk 20 kr. í mulkt, tað minnist eg. So tað var ikki nógv. Tey húsini standa uppi enn".
Segði festið frá sær
"Har á leið sum tað hvíta húsið stendur, búðu Óli á Kák, Kissa á Kák og ein teir róptu Kaldbaks-Andreas (Andreas Reinert). Ein systir var gift við Kaldbaks-Andreas, sum bygdi her niðri. Hesin Kaldbaks-Andreas var borin til ein garð í Kaldbak. Hann var elsti sonur. Tað gekk ikki tá, at ein bóndasonur, festari enntá, varð trúlovaður við eini fátækari gentu í Havn. Hann segði tí festið frá sær. Hann vildi heldur hava hana. Hann bygdi so hús har niðri, og hann gjørdist fiskari. Fiskaði í nógv ár. Hin gamli plagdi at fortelja frá honum; maðurin vildi ikki skylda nøkrum nakað. Hann fiskaði um várarnar, og so bygdi hann um veturin. Hann skeiðaði út (t.e. fekk løn) hvørt kvøld, og tá ið eingir pengar vóru eftir, so lokaði hann til, so gjørdist ikki meir. Soleiðis fekk hann húsini upp eftir hondini. Tey vóru ikki stór".
Á ólavsøku
"At vera bóndi í dag er jú einki stórt aftur ímóti fyrr. Tá ið hesir bøndurnir komu til Havnar á ólavsøku. Guð forbarmi seg – tá máttu øll fara av vegnum. Tað var ikki líkatil. Tað vóru serliga tveir menn, sum eg minnist sum smádrongur. Fólk stóðu púrasta paff, tá ið teir komu oman eftir Áarvegnum. Tað var kirkjubøbóndin við stavnhúgvu, og so var tað ein úr Kvívík, sum var uppaftur prúðari maður eisini við stavnhúgvu. O, tú himmalsins Gud, teir vóru sum fúrstar, teir komu omaneftir. Har stóðu øll hesi ólukkudýrini í Havn bara og gánaðu upp á hesar vælsignaðu menn. Men nógv er broytt síðan tá. Nú á døgum høvdu ikki nógv staðið og gløtt".
Keyptu líggjar og brýni
"Nógvir av hesum fátæku monnunum gingu og runnu og keypti líggjar og brýni. Tað var jú opið um ólavsøkuna, serliga har úti á Reyni hjá Sam, har gekk tað fyri seg. Teir høvdu jú altíð okkurt at keypa, og Sam hevði vist alt tað, sum teimum tørvaði. Hann var ein dugnaligur ísinkrammari. Og hevði hann tað ikki, so kundi hann skaffa tað. Hann hevði alt møguligt at selja. (Sam Olsen hevði handil úti á Reyni frá 1897 til 1917; tá flutti hann handilin niðan í Niels Finsens gøtu, har hann hevði bygt. Nú er Radiohandilin í hesum húsunum)".
"Tá ið teir fóru avstað aftur, gingu teir og dragsaðu orv (t.e. skøft til líggja) og sovorðið. Ferðasamband var lítið av tá í tíðini. Tað var mjólkarbáturin. – So tað galt um hjá bygdarmonnum at fáa keypt tað, sum var neyðugt, meðan teir vóru staddir í Havn".
Nógvar gestir á ólavsøku
"Vit fluttu niðan her í 1928, og á ólavsøku gingu vit undir í bygdarfólki. Konan var slektað úr Streymnesi, og haðani kom ofta nógv fólk um ólavsøkuna. Vit máttu nýta hvønn krók í húsunum, so øll kundu gista. Men tað er øðrvísi í dag; tey kunnu fara av stað aftur um kvøldið og koma aftur dagin eftir. Tað eru so avbera góð ferðasambond í Føroyum í dag".
"Síðsta summar var onkur, sum bjóðaði mær norð til Viðareiðis til døgurða. “Til døgurða!”, sigi eg. “Tú kanst vera aftur her, áðrenn útvarpið kemur.” Jú, og vit hiðani um átta tíðina, og tað var ein fínur túrur, og tá ið eg kom inn aftur her, tá var útvarpið! So skjótt er at ferðast í dag. Tað var ikki líkatil at fara til Viðareiðis fyrr í tíðini. Nú ber til at koyra allan vegin".
Seiðabergspláss
"Lýðarshella var eitt seiðabergspláss har uppi, áðrenn tú kemur oman á Sandin. Tað vóru fleiri konur, sum gingu á seiðaberg, m.a. Lena í Gong, mamma Sámal í Gongd. Henni dámdi væl at ganga á seiðaberg. Tá var so vanligt at síggja, at konur gingu á seiðaberg. – Men tey staðanøvnini, sum Anton á Krákusteini plagdi at tosa um, dugi eg ikki at finna útav. Hann man hava tikið nógv uppi í bønum við eisini. Hann segði, at tað skuldi vera 70 staðanøvn frá Bursatanga til Boðanes. Men eg fái meg illa at trúgva tí".
Boðanessandur
"Alla mína tíð hava fólk gingið eftir sandi á Boðanessandi. Tey brúktu so nógvan sand fyrr í tíðini, tá ið tað skuldi vera fínt uttanfyri. Tey stroyddu tað á túnini. Eisini tóku tey tað nógv til hønurnar. Eg havi sjálvur havt hønur og gingið har niðri. Tá ið brim hevur verið, ber til at fáa góðan skelsand niður ímillum steinarnar, um tú fert so langt oman sum møguligt. Har ber til skava nokk so fitt. Men sjálvur sandurin, hann er burtur".
Datt á sjógv
"Eitt róptu tey undir Kjallara, t.e. undir húsunum út eftir til Müllershús. Tey flestu húsini høvdu eina kjallarahurð í og eitt skapilsi av einum kjallara. – Men har var so trupult at koma út á Müllersbrúgv haðani. Undir vindeyganum á Müllershús var so sera ringt at sleppa framvið, at eg einaferð fór á sjógvin har. Eg fór klórandi út á Müllersbrúgv, og eg mundi druknað. Til alla lukku kom ein gamal framvið og fekk hála meg upp. Eg var smádrongur tá. Og kalt var í veðrinum. Eg legðist í songina av hesum her. Og eg minnist væl, at eg lá niðri á Lava í einum lítlum kamari har. Eingin væntaði, at eg fór at liva. Eg minnist bara eitt, og tað var, at eg fleyt í fepri, og har stóð ein ketil og dampaði inn í hetta lítla rúmið. Tey høvdu hongt teppi upp, og har var bara eitt glopp ímillum. Songin stóð yviri við veggin, og hesin ketilin stóð og dampaði inn í hesa holuna, eg lá í. Og ein gomul kona sat uttanfyri".
"Eg spurdi dr. Poulsen einaferð, hvat tað kann hava verið. Hann segði, at tú hevur havt lungnabruna. Eg mundi verið kvaldur inni í hesum dampinum. Men eg gjørdist so frískur".
Góða sjónatúr
"Seinni fór eg so út at fiska. So einaferð nú komi eg aftur av tí fyrsta túrinum við einum pjøka í hondini á Kongabrúnni, og eg tveiti so henda pjøka inn í kjallarin á Lava. Nú kemur Elin í Ólastovu, kona Dia í Ólastovu, mamma Martin og Christian Durhuus – eg sat ofta væl inni hjá teimum. So sigur hon við meg: “Tú ert so nógv framfarin,” sigur hon, “hasin túrurin hevur gjørt tær væl, tí eg væntaði satt at siga ikki, tú fórt at liva!” –Eg havi altíð havt so avbera góða sjónatúr; sjóverk havi eg aldrin kent nakað til. Eg var væl í holdum, eg kom aftur. Hon helt, at tað mátti hon siga, at tað var ein góður túrur, eg hevði gjørt. Tá var eg ikki greiður um, hvat hevði feilt mær".
"Men so fari eg niðan á sanatoriið í 1949, tí eg skal til Grønlands, og neyðugt var at fáa eitt tuberklakort. Tá ið mynstrað varð, mátti tú vísa kortið fram til at vísa, at tú ikki vart sjúkur. Skemtað varð niðan eftir í bussinum, og so sigur Bil-Óli: “Guð viti, hvør verður eftir av tykkum í dag.” Bussurin var fullur av sjófólki. “Í gjár vórðu tveir eftir heruppi”, segði hann. Men tað gekk skjótt fyri seg. Vit vórðu lýstir ígjøgnum inni í einum rúmi fyri seg sjálvan, og eg var, merkiligt nokk, tann síðsti. Eg læt meg í aftur og seti meg út í bíðirúmið, men eg fái ongan seðil. Maðurin, sum skuldi við mær, gekk uttanfyri og mól; eg sá hann gjøgnum vindeygað. Og so tonkti eg við mær sjálvum “Har lást tú.- Liðugt er!” Bussurin fór, og eg sat eina fitta løtu, men so eina ferðina, so gloppar hendan sjúkrasystirin hurðina. Tá høvdu tey gloymt meg. Sjúkrasystirin segði, at eg hevði ein plett á lunganum, men hann var gamal. Tað kundi síggjast, at eg hevði havt lungnabruna. Einki annað var at síggja".
"So eg slapp avstað í øllum góðum. Og skal eg vera erligur, so havi eg ongantíð verið sjúkur. Kann hava havt okkurt krím, men onga sjúku. Eg havi ongantíð ligið í songini".
Við støði í samrøðu, sum varð gjørd í 1990.
Heimildir:
Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
Johannesen, Birgar. Havnin – fólk og yrki 1900-1939. 2007. Tórshavn
Johannesen, Birgar. Havnarmyndir – fyrr og nú, 2009. Tórshavn
Tøkkir:
Birgar Johannesen, Býarsavnið
Guðrun Haustein
Guðrun Lava, abbadóttir Olaf Lava
Gunnlaugur Petersen
Laura Joensen, á Mýruni
Marjun Øster
Ólavur Øster, Fornminnissavnið, Søvn landsins