Størsta navnið í dag, og sambært nógvum størsta navnið á Summar Festivalinum 2024, er Olly Murs. Hann framførir á Vágsbø klokkan 22 í kvøld.
Tá Olly Murs var ávegis til Føroya legði hann eina story á Instagram, har hann hevur 4,7 milliónir fylgjarar. Olly Murs segði fyri sínum fylgjarum, at hann var ávegis til ein land, sum hann aldrin áður hevði hoyrt um. Hann legði afturat, at tað at spæla í einum landi, sum hann als onki kennir til, er nakað hann ger á hvørjum ári.
- Eg eri sera spentur at koma til Føroya. Satt at siga veit eg ikki hvat eg skal vænta, ella um áhoyrararnir fara at kenna sangirnir hjá mær. Men eg gleði meg sera nógv, segði Olly Murs á Instagram vanga sínum.
Afturat Olly Murs spæla 21KNM, Kári Fossdalsá, Gudny & Co, Dania Tausen, Tinganest, Herborg Torkilsdóttir, Dynamit, Adrenalin og RSP í kvøld