Størsta navnið á Summar Festivalinum, sambært nógvum, framførdi klokkan 22 á Vágsbø í gjár.
Áðrenn konsertina ivaðist Olly Murs nógv í hvussu áhoyrarafjøldin fór at taka ímóti løgum hansara.
- Satt at siga veit eg ikki hvat eg skal vænta, ella um áhoyrararnir fara at kenna sangirnir hjá mær. Men eg gleði meg sera nógv, segði Olly Murs á Instagram vanga sínum áðrenn konsertina.
Eftir konsertina var tað ein sera væl nøgdur Olly Murs, sum legði út á Instagram, har hann hevur 4,7 milliónir fylgjarar.
- Hatta var púra svakt. Hatta var ein tann besta upplivingin í lívinum. Hatta hevði eg als ikki væntað. Ein fantastisk uppliving og eitt fantastiskt kvøld - eg elski Føroyar, segði Olly Murs á Instagram.
Klokkan 17 verður fyrsta framførslan á seinasta degnum av Summar Festivalinum 2024. Byrjað verður við eini barnakonsert á Vágsbø.
Afturat barnakonsertini spæla Eyðun Jacobsen, Hans Jacob Hjelm, Hamradun, Lena Anderssen, Paul Watchorn, Uriah Heep, Sakaris, Laila & Malan, Frændur og Jens Marni.