Øll úrslit frá fjarðastevnu

Róðrarsamband Føroya hevur savnað úrslit og plaseringar frá øllum róðrunum á fjarðastevnu í gjár.

Katrin Erlendsdóttir
13. juni 2021 kl. 14:21

Eftir koronusmittu og útsettar róðrar varð føroyski kappróðurin av álvara skotin í gongd við fyrsta FM-róðrinum í góðveðrinum á fjarðastevnu á Skála í gjár. Tó uttan áskoðarar.

Klaksvíkingur, sum ikki hevur vunnið FM við tíggjumannaførum síðan 2017, streyk avstað og gjørdist nummar eitt, fimm sekund framman fyri Ormin Langa, ið annars hevur verið sannførandi seinastu árini. Klaksvíkingur hevur ikki verið mannaður í tvey ár, men er í ár farin at bjóða av aftur. 

Róðrarsamband Føroya hevur savnað úrslitini frá øllum róðrunum í gjár, og tey eru at finna her á heimasíðuni hjá sambandinum, rsf.fo.