Øll skulu fáa gleði av Koltri

Tjóðsavnið hevur stórar ætlanir fyri Koltur. Oyggin skal vera savn og granskingarmiðstøð, sum bæði føroyingar og ferðafólk skulu fáa gleði av. Ætlanirnar hava vakt ans úti í heimi, og fleiri grunnar vilja sleppa at stuðla

Heimi í Húsi
Óluva Zachariasen
7. mai 2022 kl. 10:50

Tað eru slóðbrótandi visjónir, sum Tjóðsavnið hevur fyri Koltur. Visjónir sum bæði seta oynna á heimskortið innan gransking og ferðavinnu og á tímatalvuna hjá øllum skúlanæmingum í Føroyum.

Tjóðsavnið hevur nevniliga gjørt eina heildarætlan fyri Koltur, sum fer at geva føroyingum og útlendingum atgongd til serstakan mentanararv og eina náttúru, sum hon sá út, áðrenn menniskju ávirkaðu hana. Ætlanin er, at umleið 10.000 fólk árliga skulu hava møguleika at vitja Koltur og uppliva náttúruna og framsýningarnar, ið oyggin fer at bjóða.

 

Býtt upp í tvey
Sambært heildarætlanini hjá Tjóðsavninum verður oyggin býtt upp í tvey – ein mentanarsøguligan part og ein náttúrufrøðiligan part. Harumframt verður ein vitjanardepil bygdur, sum skal hýsa eitt nú undirvísing, kanningarstovum og skúlaflokkum, sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum.

Mentanarsøguligi parturin verður í syðra partinum av oynni. Her kunnu fólk uppliva teir báðar býlingarnar, Heima í Húsi og Norðri í Gerði, og eitt livandi savn við m.a. kornvelting, hoygging upp á gamlan máta, seyði og øðrum húsdjórum. Eisini verður bátaverkstaður og framsýning, tí tað var jú her, at Niclas í Koltri byrjaði sína yrkisleið sum bátasmiður.

Í norðaru helvt verður náttúrufrøðiligi parturin. Ætlanin er her at fáa náttúruna í sama stand, sum áðrenn menniskju fluttu í Koltur, men áðrenn størri broytingar verða gjørdar, verður náttúran lýst. Í fjør byrjaði ein stór verkætlan at skráseta alt plantu- og djóralív í oynni. Talan er um eina trý ára verkætlan, sum Aage V. Jensens-grunnar hava stuðlað. Longu nú eru fleiri áhugaverd úrslit komin, m.a. er ein ørgrynna av sløgum skrásett fyri Koltur fyri fyrstu ferð, og okkurt enntá fyrstu ferð fyri Føroyar.

“Lonin” afturførd í nýtulkaðum sniðið

 

Fáa upprunavøksturin fram
Tá ið skrásetingin er liðug, er ætlanin at taka seyðin av í norðara parti av oynni. Seyðurin kom nevniliga við menniskjunum til Føroya – eisini út í Koltur. Og seyðurin hevur ávirkað náttúruna nógv allastaðni, hann er sloppin framat. Nógvar plantur eru minkaðar ella heilt horvnar, og í staðin hava vit fingið stór øki við grasi og mosa. Nú skal upprunavøksturin endurskapast í Koltri.

- Vit vita, hvørjar plantur hava verið aðrastaðni í Føroyum, áðrenn seyðurin kom. Kanningar av forntíðargróðri vísa eitt sera fjølbroytt landslag við m.a. lyngheiðum, baraldi, píli og hjálpirótum, sigur Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á Plantudeildini hjá Tjóðsavninum.

Tá ið seyðurin er burtur, kemur annar gróður spakuliga fram, og upprunaligi vøksturin tekur yvir. Avbjóðingin er, at broytingin tekur fleiri ættarlið. Fyri at nútíðarmenniskju skulu fáa eina hóming av, hvussu eitt slíkt landslag sær út, er ætlanin at planta upprunavøkstur summastaðni fyri at seta ferð á. Í øðrum økjum verður onki plantað, tí har skal náttúran ráða sær sjálvari.

Enn er ikki endaliga avrátt, um allur seyðurin norðanfyri verður tikin av, ella um seyður verður í onkrum parti, sigur Janus Hansen, savnsvørður á Landdjóradeildini hjá Tjóðsavninum, sum er verkætlanarleiðari fyri náttúrupartin í Koltri.

- Vit umrøða fleiri møguleikar og hava ikki tikið endaliga støðu enn. Til dømis ber til at hava seyð í einum øki, ongan seyð í einum øðrum og so eitt lítið sindur av seyði í onkrum øki, sigur Janus Hansen.

Hann leggur dent á, at tað er ikki eitt endamál í sær sjálvum at taka seyðin av. Men skulu vit hava møguleika at síggja, hvussu upprunanáttúran sá út, áðrenn seyðurin kom, er neyðugt at hava eitt øki uttan seyð.

Eiðisdammur í 1950-árunum. Í og við dammin vóru skip, kaiir, vitar, hús o.a.

 

Stórur áhugi frá granskarum
Nógvir útlendskir granskarar hava víst áhuga fyri Koltursætlanini, og arbeitt verður við, at Koltur gerst altjóða granskingarstøð í INTERACT-samstarvinum. Hetta gevur góðar møguleikar fyri útlendskar granskarar og eisini at fáa fígging.

- Tað serliga við Koltri er, at menniskjaskapta ávirkanin hevur verið so lítil, sigur Janus Hansen.

Her eru ongi gøtuljós, og tað ger, at fuglur sum t.d. drunnhvíti trívist væl millum húsini og enntá undir gólvinum. Í Koltri eru hvørki mús, rotta ella ketta, sum kunnu ávirka fuglalívið. Heldur ikki morsniglar og flatmaðkar, sum annars finnast í flestu øðrum oyggjum. Hetta ger tað lættari at føra oynna aftur í upprunaliga støðu, sigur Janus Hansen.

Áhugavert er eisini, at í Koltri eru lutfalsliga nógvar plantur í mun til støddina á oynni. Samstundis eru færri plantur av fremmandum uppruna sammett við aðrar oyggjar.

Náttúrugranskingin í Koltri fer at geva okkum nógv størri vitan um náttúruna í Føroyum sum heild og fer harumframt at gagna altjóða gransking, tí tað fer at bera til at samanbera kanningar millum lond og eisini gjøgnum long tíðarskeið, heldur Janus Hansen.

Lívfrøðilesandi saman við Bjørn Patursson, oyggjarvørði tøma smákyktafellur

 

Frá landbúnaði til savn
Koltur er gomul landbúnaðaroyggj og hevur verið búsett síðan landnámið. Kolevni-14-kanningar av byggkorni í býlinginum Heima í Húsi vísa, at fólk hevur verið í Koltri í øllum førum síðan á leið ár 850-900. Sostatt hava fólk búleikast í Koltri í yvir túsund ár og hava livað av tí, sum jørðin og sjógvurin góvu.

Hildið verður, at mentanarlandslagið við báðum býlingunum, kornteigalendi og bøi stavar frá miðskeiðis í 1500-talinum.

Heima í Húsi er tann eldri av býlingunum í oynni. Fyri nøkrum árum síðan varð hann umvældur við stuðli úr A. P. Møller-grunninum og førdur aftur til 1870. Sambært Koltursætlanini skal hesin býlingurin vísa søguna um gamla landbúnaðarsamfelagið frá uml. 1600 og til seint í 1800-talinum.

Teigalendið í Koltri er størsta samanhangandi kornteigalendi í Føroyum. Bjørn Patursson, sum var festari frá 1994 og seinni fyristøðumaður í oynni, hevur velt korn fyri at varðveita kornteigarnar. Hann hevur brúkt føroysku kornsløgini, Tampar og Sigur, sum eru 6-raðað byggkorn, og kornveltingin verður ein partur av livandi savninum í Koltri í framtíðini.

Hvíti sandurin og býlingurin Norðri í Gerði

 

Nýggjari norðanfyri
Norðari býlingurin eitur Norðri í Gerði. Fyri um hundrað árum síðan fevndi býlingurin um fýra hús og eitt hoyggjhús. Í dag stendur bert eitt av hesum húsunum uppi. Tað eru húsini, sum fyristøðumaðurin í oynni býr í. Upprunaliga vórðu hesi húsini bygd í 1898 Heima í Húsi, men bert tvey ár seinni vórðu tey flutt norður.

Húsini eru áhugaverd, tí tey vóru sera framkomin, tá ið tey vórðu bygd. Tey vóru klødd við rukkublikki, sum var nýtt tá, og í 1920 vórðu tey útbygd, sigur Høgni T. Hansen, arkitektur hjá SNA, sum tekur sær av arkitektauppgávunum í sambandi við Koltursætlanina.

- Húsini og býlingurin eru týðiliga merkt av, at grundarlagið undir føroyska samfelagnum broytist hesa tíðina. At vit fara frá landbúnaðarsamfelagnum og yvir í tað meira industrialiseraða samfelagið, sigur Høgni T. Hansen.

Ætlanin er, at hesi húsini skulu førast aftur til eini fiskimannahús frá uml. 1920-1930’unum.

Býlingurin Norðri í Gerði fer at siga søguna um broytingina frá landbúnaðarsamfelagi til fiskimannasamfelag. Hini húsini í býlinginum itu Innar í Búð, Bergstokk og Uttar í Stovu og vóru samanbygd. Einasta prógvið um, hvussu tey sóu út, er ein tekning, sum Niclas í Koltri gjørdi sum smádrongur í 1920. Tað var her, Niclas í Koltri seinni hevði bátasmiðju.

Hesi trý húsini verða ikki bygd upp aftur, men ein lon verður bygd á grundirnar, sum fer at hava somu stødd og umhvarv sum húsini. Her verður bátaverkstaður, framsýningar og íbúðir, sum skulu brúkast til granskarar, listafólk og onnur vitjandi. Á framsýningini verður m.a. høvi at síggja amboðini hjá Niclasi í Koltri og forvitnisligu ordrabókina, har allir bátarnir eru uppskrivaðir.

Ein gøta verður gjørd niðan á Eiðið, har fólk kunnu síggja dammin, sum gamli Niclas í Koltri gjørdi til abbasynirnar, Niclas og Christian, at hava modellskip í. Sonur gamla Niclas - bátabyggjarin Niclas í Koltri - gjørdi eisini fleiri av modellskipunum, sum vóru gjørd eftir samtíðar skipum og deksbátum. Ætlanin er at endurskapa hylin við kaium, molum, vitum og modellskipum. Eisini verða gøtur út í náttúruna og kring um í býlingunum, soleiðis at fólk sleppa runt at uppliva oynna undir skipaðum viðurskiftum.

Útsýni suðureftir úr vindeyganum í ætlaða vitjanardeplinum

Skúlanæmingar á setursskúla
Nakað oman fyri bygdina, Uppi undir Heygum, verður bygdur ein vitjanardepil. Her verður rannsóknarstova, undirvísingarhølir, køkur og hølir til skúlaflokkar at gista. Depilin liggur soleiðis í lendinum, at hann ikki órógvar heildarmyndina í bygdini.

Júst undirvísing og miðling av mentan og náttúru er av stórum týdningi í Koltursætlanini. Tjóðsavnið ætlar, at allir 7. flokkar skulu sleppa út í Koltur á setursskúla at læra um náttúru og menningina frá gamla landbúnaðarsamfelagnum. Hetta er týdningarmikil lærdómur, heldur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum.

- Tað er altíð gott fyri eitt fólk at vita, hvaðani tað er, og hvussu tey lívbjargaðu sær fyrr. Hetta er ein partur av okkara samleika og gevur gróðrarfesti, sigur hann.

Tá ið fólkatalið var mest, búðu 43 fólk í Koltri. Hetta var í 1870. Fram móti seinasta aldarskifti minkaði fólkatalið burtur í onki, og 1. januar 1994 gjørdist Bjørn Patursson festari í oynni. Í 2013 bleiv Koltur flutt úr festiskipanini hjá landinum og inn undir Tjóðsavnið við tí endamáli, at ein serlig antikvarisk skipan skuldi gerast fyri oynna. Tá tók Koltur so at siga fyrsta stigið frá at vera ein landbúnaðaroyggj til at vera savnsoyggj.

Bjørn Patursson er spentur um ætlanirnar í Koltri, serliga nú tann meira livandi savnsparturin er komin við, og hann heldur tað vera gott at fáa ferðafólk og skúlanæmingar í oynna.

- Eg taki fult undir við at varðveita mentanararvin frá gamla bóndasamfelagnum. Tað er gott at geva ungdóminum møguleika at royna og síggja hetta – og ikki bara lesa um tað. Í Koltri kunnu tey eisini njóta náttúruna, fjøruna, sandin og fara á seiðaberg, sigur Bjørn Patursson.

Hann viðgongur, at honum dámdi ikki so væl, tá ið tað eitt tíðarskeið varð tosað um at friða oynna heilt fyri fólk og fæ. Hann fegnaðist, tá ið ætlanirnar blivu broyttar til at fevna um mentanarlandslagið og at skapa eitt livandi savn við seyði og øðrum húsdjórum, kornvelting o.ø.

 Mynd frá seinnu helvt av 1940árunum. Kornteigarnir í Koltri er stórsta samanhangandi teigalendi í Føroyum

Fígging má koma úr Føroyum
At gera Koltur til savnsoyggj kostar ikki lítið, tí nógv skal umvælast, byggjast og fyrireikast. Kostnaðarmetingin sigur á leið 65 mió. krónur.

Útlendskir grunnar hava stóran áhuga fyri verkætlanini og hava bjóðað sær at fíggja hana. Tó seta teir sum treyt, at ein partur av fíggingini – 15-20% – kemur frá føroyskum myndugleikum. Hetta er trygd fyri, at myndugleikarnir eru sinnaðir at føra ætlanina víðari, og at hon ikki dettur niðurfyri.

Herleif Hammer vónar, at land og kommunur eru sinnað at átaka sær hendan lítla partin av fíggingini, soleiðis at Koltursætlanin gerst veruleiki. Uttan vælvild frá politikarunum er ógjørligt at fremja ætlanina, hóast grunnarnir sera fegnir vilja stuðla.

Arbeitt verður við at fáa ferðasamband út í oynna, antin við Strandferðsluni ella á privatum grundarlagi. Gjørt verður nógv burturúr at skipa umstøðurnar soleiðis, at oyggin kann taka ímóti gestunum um nøkur fá ár. Inntøkurnar frá teimum vitjandi skulu fíggja ein part av at reka virksemið í oynni. Tað verður ókeypis at fara í land, men skulu fólk vitja framsýningarnar, gjalda tey fyri tað.

Koltur skal vera ein oyggj, har allir føroyingar kenna seg vælkomnar.

- Tað er umráðandi, at vanligi føroyingurin fær gleði av oynni. At hetta verður eitt stað, sum føroyingum dámar væl, og sum teir fara at vitja aftur og aftur. Tjóðsavnið hevur fingið oynna, og vit skylda føroyingum at geva teimum hana aftur, sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum.

Uppi í Búð ein góðan kavadag

Koltursætlanin átøk

1. “Lonin”, ið var ein rekkja av samanbygdum húsum Norðri í Gerði, skal byggjast upp aftur. Bygningurin skal hýsa einari framsýning um bátasmíð, bátaverkstaði, fornfrøðiligari framsýning, sali og einari lítlari granskaraíbúð.

2. Neystið við bátadráttin skal gerast til bíðirúm til ferðandi. Eisini skal neystið hýsa einari fastari framsýning um Koltur.

3. Uttan verður embætismannahúsið ført aftur til uml. 1940. Innandura verða tveir embætisbústaðir innrættaðir.

4. Súrhoyggjabrunnarnir verða gjørdir til ávikavist vesi og bilhús.

5. Bátadrátturin verður afturgjørdur. Á dráttinum verður gjørdur elevator til rørslutarnað. Atkomumøguleikarnir við lendingina verða betraðir.

6. Dammurin á Eiði verður afturgjørdur soleiðis, sum hann sá út í 1950-árunum, við kaium, húsum, molum, vitum og modellskipum.

7. Vitjanardepil og granskingarstøð skal byggjast norðan fyri Norðri í Gerði. Her skulu verða setursskúlar, skeið, móttøkur, kafé og matstova. Her verða eisini verkstovur, goymsla, verkstaður og lítil bústaður til starvsfólk.

8. Gøtur skulu gerast bæði í mentanarøkinum og í náttúruøkinum, so at vitjandi trygt kunnu uppliva oynna, uttan at náttúra ella mentanarumhvørvi verður skalað.

9. Mentanarlandsløg so sum garðløg, ból, veitir og kornteigar skulu haldast. Kornteigarnir kunnu bara varðveitast í sambandi við siðbundna korndyrking. Bert føroysk kornsløg skulu nýtast. Ætlanin er sostatt eisini ein liður í arbeiðinum at varðveita føroysku kornsløgini.

10. Seyðurin verður tikin av ella partvíst tikin av náttúruøkinum. Norðasti parturin av Koltri fær frið og skal eygleiðast.

11. Størri økir í Líðini verða plantað við upprunavøkstri, m.a. ymiskum føroyskum pílasløgum.

12. Ein pallur og gøta verða bygd inn í bergið vestanfyri, so vitjandi trygt kunnu uppliva bjargalendi og koma tætt at fuglinum har.

13. Gomlu úthúsini, laðað úr gróti, skulu varðveitast og nøkur byggjast upp aftur. Í húsunum og húsaveggjunum eigur drunnhvíti í dag. Her er ein serliga góður møguleiki at eygleiða og granska hesar fuglar.

14. Heimi í Húsi verður gjørt til útisavn.

15. Dupulthegn skal setast upp, sum skilur náttúrupartin frá mentanarpartinum.

16. Tyrlupallurin skal flytast frá Heimi í Húsi niðan á eitt stað oman fyri Norðri í Gerði.

17. Aftur at eini veðurstøð skal onnur framkomin útgerð setast upp ymsastaðni í oynni. Útgerðin skal eygleiða veðurlagið í oynni.

18. Á føstum støðum ymsastaðni í oynni skulu regluliga savnast inn skordýr, vøksturin skrásetast og fuglarnir teljast.