Ongi úrslit

Øll revsilógin dagførd og føroyskað við árslok

Nú er skjótt øll revsilógin føroyskað og dagførd

Sigurjón Einarsson
21. apríl 2021 kl. 11:02

 Í farnu viku samtykti Løgtingið at broyta kapittul 12-13 og 20-23. Sostatt er allur tann serligi parturin í revsilógini nú umsettur til føroyskt og tillagaður føroyskum viðurskiftum.

Uppskotið, ið varð samtykt í farnu viku, fevnir um hesar kapitlar:

  • Kapittul 12: Landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a.
  • ,
  • Kapittul 13: Brotsverk ímóti stýrisskipan og landsmyndugleikum føroyinganna, yvirgangur o.a.
  • ,
  • Kapittul 20: Alvandasom brotsverk
  • ,
  • Kapittul 21: Ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin
  • ,
  • Kapittul 22: Bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi
  • ,
  • Kapittul 23: Brotsverk í familjuni

Arbeiðið við at føroyska revsilógina verður gjørt í samstarvi við Málráðið, sum vegleiðir í málsligum ivamálum, og Revsirættarliga Ráðið, sum í høvuðsheitum viðger løgfrøðiliga innihaldið og í ein ávísan mun málið.

Eftir ætlan skal arbeiðið at dagføra og føroyska revsilógina verða liðugt í 2021.

Tá ið hetta arbeiðið er avgreitt, er ætlanin at skipa fyri einari ráðstevnu, har tað verður hugt nærri at, hvat ein føroysk revsilóg eigur at innihalda og hvussu arbeiðið við at tillaga revsilógina til føroyska samfelagið eigur at skipast.

Kelda: Løgmansskrivstovan

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

23 tímar síðan

Sissal fer at biðja sær farloyvi

Í gjár kl. 14:35