Ongi úrslit

Øll í tinginum atkvøddu fyri

Hækka hámarkið fyri upphæddina, ið verður endurgoldin fyri mista inntøka, tí tú av serligum orsøkum ansar einum tú ert góð/ur við

Tjóðveldi
19 tímar síðan

Enn eitt gott politiskt mál, ið landsstýrismaðurin, Eirikur í Jákupsstovu hevur borið í Tingið. Hetta er sanniliga eitt gott mál halda vit í Tjóðveldi.

Trivnaðarnevndin tekur einmælt undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum, og er í dag eisini einmæly samtykt av Løgtinginum.

Tað merkir, at frá 1 januar hækkar hámarkið fyri hvussu nógv tú kanst fáa endurgoldið av mistari arbeiðsinntøku, um tú ansar sjúkum.

Tað eru í dag 90 fólk, ið hvønn mánaða fáa endurgoldið úr skipanini, tó eru øll ikki fevnd av verandi hámarki, ið er 27.779 kr.

Samgongan hevur kortsíðani hækkað hámarkið úr Barsilsskipanini.

Men tað eru foreldur, sum mugu ansa sjúkum børnum, ella børn ið ansa sjúkum foreldrum.
Tí er tað ein politisk raðfesting at vit eisini hækka hesa upphæddina upp í 31.000 frá 1 januar 2026

Upphæddin verður síðani javnað frá 1 januar 2027.

Tað kann verða ein fíggjarligur smeitur hjá teimum, ið styttri og longri tíð mugu fara av arbeiðsmarknaðinum fyri at taka sær av sínum kæru.
Tí er hetta lógaruppskotið borið í Løgtingið, sum ein raðfesting.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34