Allur heimurin hevur brúk fyri orku, men tað er ikki altíð at nóg mikið er til. Serliga, tá ein av heimsins stóru orkuframleiðarum, Russland, fer í kríggj, ja, so sæst tað beinanvegin aftur á orkuprísinum.
Fyri góðum tveimum árum síðan, tann 21. apríl í 2020, endaði prísurin fyri eina tunnu av Brent Crude olju á sløkum 19 dollarum fyri tunnuna, men ta orsøkina kenna vit. Tað var koronakreppan, sum stongdi allan heimin, og tað ávirkaði sjálvandi eftirspurningin, sum meira ella minni hvarv eftir einum degi.
Prísurin hevur javnað seg aftur síðan tá, so hann endaði upp ímóti 80 dollarum, men tá Russland gjørdi innrás í Ukraina stakk prísurin upp, so hann endaði upp á sløkum 130 dollarum fyri tunnuna.
Tað helt tó ikki, millum annað tí Kina stongdi stórbýir av korona, og eftir nøkrum døgum lækkaði oljuprísurin niður um 100 dollarar fyri tunnuna aftur, men eingin hevði veruliga væntað, at hann fór at halda sær har.
Tað gjørdi hann heldur ikki, tí seinastu nógvu dagarnar er oljan dýrkað í prísi aftur, so at hon í dag liggur á umleið 115 dollarum fyri tunnuna.
Tað er ikki tann stóra broytingin akkurát í dag. Sambært heimasíðuni tradingeconomics.com er prísurin fallin sløk tvey procent í dag, men hann er hækkaður við umleið 95 prosentum seinasta árið.
Fyri búskapin er tað ikki gott, at oljan dýrkar. Olja verður brúkt í so nógvum í sambandi við framleiðslu, og hækkar prísurin, ja, so dýrkar framleiðslan. Og fyri skipini merkir tað eisini, at tað verður nógv dýrari at fiska.