Óli og formaðurin í KÍ væl nøgdir

Eisini umboð frá vertunum fingu sett orð á dagsins úrslit og Klaksvíkskappingina sum heild. Vit hittu formannin, Tummas Lervig og KÍ leikarin Óla Eyðsteinsson Poulsen

Óli Eyðsteinsson Poulsen og Tummas Lervig. (Myndir: Eyðstein Poulsen og Álvur Haraldsen)
Áron Vest
18. februar 2023 kl. 21:38

Gera nógv fyri, at kappingin skal takast seriøst

Tummas Lervig tykist vera ein stoltur formaður. Tá vit spyrja hann, hvørt móttøkan fyri tiltiknu Klaksvíkskappingini hevur verið góð, sigur hann at teir í KÍ gera so teirra fyri, at kappingin skal takast seriøst. “Vit gera eitt sindur eyka burturúr, samanborið við einstøku vinardystirnar. Hetta er ein kapping, ið hevur staðið sína roynd í nøkur ár eftirhondini”

Eins og aðrir klaksvíkingar, er Tummas sera glaður fyri tann stuðul og móttøku, ið Klaksvíkskappingin fær ár um ár.

Óli: - Stórur munur á hesum og øðrum vinardystum

Óli Eyðsteinsson Poulsen svarar ikki sørt líkt Tummasi, tá hann verður spurdur, hvørt Klaksvíkskappingin hevur nakað eyka at týða fyri hann. “Jú, tað er stórur munur á. Intensiteturin økist, av tí at tað er so tætt uppundir kappingarbyrjan” sigur Óli.

Óli er ein av teimum leikarunum, ið hevur verið heilt nógv darvaður av skaðum undanfarnu ár, men er so spakuliga við at koma seg. Hann kom fyrstuferð inn á besta mansliðið hjá KÍ undir Mikkjali Thomassen í byrjanini av kappingárinum 2018.

Tað kundi tykjast sum tók tað leingi hjá KÍ at fáa spælið upp at koyra, verður tað tikið til í KÍ leguni. “Eg eri væl nøgdur við at vinna Klaksvíkskappingina. Tað er altso nakað serligt, tað er heilt sikkurt. Vit spældu eisini væl, sjálvt um tað tók leingi at fáa spælið upp at koyra. Vit fingu teir, har sum vit vildu hava teir, tá ein tími var farin ella so” sigur Óli at enda.

Landskappingin í føroyskum fótbólti fer av bakkastokki leygardagin 4. mars og sær fyrsta umfar soleiðis út:

Leygardagur, 4. mars

07 Vestur – ÍF

Sunnudagur, 5. mars

EB/Streymur – AB

HB – B68

KÍ – TB

Víkingur - B36