Nú U18 EM-endaspælið er av, er føroyski Óli Mittún kosin MVP – most valuable player í kappingini, also besti leikari í kappingini, umframt at hann var toppskjútti í kappingini við 80 málum í sjey dystum.
Føroyar gjørdist nummar níggju í kappingini fyri bestu ungdómslandsliðini í Evropa. Hetta staðfesti føroysku leikararnir við einum 29-27 sigri á grannunum úr Íslandi. Eisini henda dystin var Óli Mittún eyðsýndur. Hann gjørdist føroyski toppskjúttin henda dystin við 11 málum.
Vinnarin av kappingini gjørdist Spania, sum vann 34-32 á Svøríki í finaluni. Tað sermerkta við at hesi bæði liðini vóru í finaluni er, at Føroyar vóru í bólki saman við hesum báðum liðum. Føroyar taptu 32-29 fyri Svøríki og 35-25 fyri Spania.