Tað verður av álvara talt niður til EM endaspælið í hondbólti fyri menn, sum í nsta mánað verður í Týsklandi. Føroyar vera fyri fyrstu ferð partur av endaspæli, og allir dystirnir hjá føroyska liðnum vera í Berlin.
Í dag eru tíðindini úr Svøríki ikki so hugalig. Óli Mittún, sum er ein av lyklaspælarunum á føroyska landsliðnum, varð skaddur, tá ið hann og liðfelagarnir í IK Sävehof í dag spældu landskappingardyst ímóti Önnereds HK.
Hann varð skaddur í høgra fóti og noyddist longu eftir fyrsta álopi at fara av vøllinum. Á beinkinum fekk hann viðgerð, og nú er spurningurin, hvussu illa Óli er skaddur, og um hann verður tøkur um tvær vikur, tá ið tað verður farið undir EM endaspælið.
Tað veit gohandball.com at siga.
Føroyski hópurin fer at venja í morgin og hósdagin. So verður hópurin savnaður aftur í nýggja árinum, tá ið vinadystir vera 5. og 6. januar í høllini á Hálsi, og 9. januar verður farið til Berlin, har fyrsti dysturin verður 11. januar klokkan 17. Hann verður ímóti Slovenia.
Spurningurin er, nær Óli Mittún verður tøkur aftur. Tað hevði verið stórur smeitur, um hann ikki verður førur fyri at vera við í EM endaspælinum.
Sävehof vann 37-31 (18-17) á Önnered. Sävehof er greitt oddalið við 26 stigum, fimm stig frammanfyri Skövde, ið hevur 21 stig.
Komandi fríggjakvøld klokkan 19 spælir Sävehof seinasta dystin í 2023. Dysturin verður á útivølli móti Lugi.