Olgar vónar meiri enn hann roknar við møguleikanum

Maðurin, sum skoraði fimm tey fyrstu KÍ málini í Europa, heldur, at Molde er væl betur lið enn hini bæði, sum klaksvíkingar hava syft í Europa

Jóannes Hansen
15. august 2023 kl. 09:49

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Molde, har setningurin hjá KÍ er at verja 2-1 leiðsluna, sum liðið vann sær á Tórsvølli fyri einari viku síðani.

Spenningurin er stórur í føroysku leguni í Molde, og hann er ikki minni stórur heima í Føroyum. Í Miðnámi á Kambsdali er ein í europeiskum høpi KÍ legenda í morgun farin undir nýtt arbeiðsár. Tað er Olgar Danielsen, sum nú er 57 ára gamal og undirvísir í støddfrøði. Hann spældi sambært faroesoccer.com 163 landskappingardystir í bestu deildini – allar fyri KÍ – og skoraði 53 mál í bestu deildini.

Í KÍ søguni er Olgar serliga kendur fyri, at hann skoraði fimm tey fyrstu málini hjá KÍ í Europa. Hann skoraði fyrsta føroyska málið yvirhøvur, tá ið KÍ 19. august 1992 á Svangaskarði tapti 3-1 ímóti Skonto Riga úr Lettlandi. Í kappingini fyri europeiskar steypavinnarar vann KÍ 24. august 1995 – á 91 ára stovningardegnum hjá felagnum – 3-2 ímóti Maccabi Haifa úr Ísrael. 14 dagar frammanundan hevði KÍ tapt 4-0 í Ísrael.

Henda dagin á Svangaskarði var Olgar Danielsen ikki millum teir fyrstu 11. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, tá ið gestirnir vóru frammanfyri 1-0. Og Olgar gjørdi rættiliga hol í sjógvin, tá ið hann í eitt stórt korter skoraði fyrsta føroyska hattrikkið í Europa. Tað endaði 3-2 til KÍ.

Olgar Danielsen er tiltikin fyri at hava gott og nágreiniligt fótbóltsminni. Hann minnist, at bæði ímóti Skonto Riga og Maccabi Haifa skoraði hann við høvdinum, og tað gjørdi hann eisini, tá ið KÍ í UEFA Cup 30. juli í 1997 tapti 3-2 á Svangaskarði ímóti ungverska Ujpesti.

Olgar Danielsen var hjálparvenjari hjá Jan Joensen, tá ið KÍ fyri 20 árum síðani tapti 2-0 í Molde, og Magne Hoseth í 35. minutti setti hol á við brotssparki, og Molde tveir minuttir seinni økti til 2-0. Á Svangaskarði vann Molde 4-0.

-Fyri 20 árum síðani vóru vit væl nøgdir við avrikið í Molde. Tað regnaði illa, og váti vøllurin var ikki lættur at spæla á, minnist Olgar Danielsen aftur á.

Og hvat roknar tú við í kvøld?

-Vit kunnu ikki rokna við, at KÍ fer at vinna ímóti Molde. Alt talar fyri, at tað verður Molde, sum fer at vinna seg víðari, men tíbetur er tað ikki altíð, at tað gongur soleiðis, sum tað verður roknað við. Eg vóni, at tað fer at eydnast at vinna okkum víðari, men tað verður torført. Á Tórsvølli sást, at Molde er betri fótbóltslið enn hini bæði vóru, sum vit hava vunnið ímóti. At tað kortini eydnaðist at vinna staðfestir bara, hvussu gott KÍ avrikið var, sigur Olgar Danielsen.