Ólavur Højgaard við nýggjari útgávu

Í dag letur Ólavur Højgaard nýggja tónleikaútgávu úr hondum. Heitið er ”Syng meg heim til slignan bø og turkiløg”. Ólavur...

Leif Láadal
20. november 2017 kl. 14:11

Í dag letur Ólavur Højgaard nýggja tónleikaútgávu úr hondum. Heitið er ”Syng meg heim til slignan bø og turkiløg”. Ólavur hevur aftur savnað manningina úr upprunaligu Vestmonnunum, og hevur saman við henni og øðrum gestum sett saman eitt savn av siðbundnan fólka- og countryløgum.

Ólavur hevur sjálvur skrivað flestu av løgunum og nakrar av tekstunum. Á fløguni verða eisini sangir og tekstir hjá Martini Joensen at hoyra. Niels Midjord hevur týtt tekstir, sum Ólavur upprunaliga skrivaði á enskum, umframt at hann hevur týtt sangin “Úr skýmingini”, sum Rúni W. Højgaard skrivaði á enskum. Eitt forkunnugt eykalag á útgávuni er tann á YouTube nógv spældi jólasangurin, “Jólaheilsan til hina fjøldina”, sum Holgar Jacobsen hevur skrivað.

Luttakandi tónleikarar á fløguni eru: Niels Olsen, Bogi Olsen, Martin Joensen, Jógvan í Toftum Olsen, Milson Zachariasen, Holgar Jacobsen, Kára Olsen og Høgni Klakkstein. Erik Biskopstø hevur ljóðblandað og mastrað. TUTL gevur út.