Ólavsøkuumfarið er burtur

Fótbóltskappingin verður í summarfrí inntil fyrsta vikuskiftið í august

Jóannes Hansen
24. januar 2024 kl. 12:40

Tað verður talt niður. Komandi vikuskifti vera tað fimm vikur til fótbóltskappingin í 2024 fer av bakkastokki.

Í yvirlitinum hjá FSF sæst, at fyrsti dystur verður leygardagin 9. mars, tá ið 07 Vestur fær vitjan av Víkingi. Tað er heilt nýtt, at FSF hevur ásett klokkutíð fyri nær dystirnir byrjað. Í fyrsta umfari er hetta gjørt fyri sjey tey fyrstu umførini, og fyrsti dysturin – tann í Sørvági millum 07 Vestur og Víking – er ásettur at vera leygardagin 9. mars klokkan 17.

Sunnudagin 10. mars fara hini átta í eldin fyri fyrstu ferð: KÍ – ÍF kl, 15.00, B68 – B36 kl. 17.00, HB – NSÍ kl. 18.00 og Skála – EB/Streymur kl. 18.30.

Skráin sigur, at síðsta umfar undan summarsteðginum verður í fyrstu viku í juli. Tá verður spælt soleiðis: mikudagin 3. juli Skála – B68, hósdagin 4. juli Víkingur – HB, fríggjadagin 5. juli KÍ – B36 og sama kvøld verður stevnudystur í Runavík, tá ið NSÍ fær vitjan av 07 Vestur. Leygardagin 6. juli fær ÍF vitjan av EB/Streymi.

Summarsteðgurin frá landskappingini verður fram til fyrsta vikuskiftið í august. Tað vil siga, at tað verður einki umfar í landskappingini dagarnar undan og á ólavsøku. Tað vil tó ikki siga, at eingin fótbóltur verður um hesa tíðina, tí tá eru dystir í europeisku kappingunum á skrá.

Í 17. umfari, sum verður tað fyrsta eftir summarsteðgin, sær skráin soleiðis út:

Fríggjadagin 2. august B68 – NSÍ, sunnudagin 4. august 07 Vestur – KÍ og HB – Skála, og manadagin 5. august EB/Streymur – B36 og ÍF – Víkingur.