Í fjør varð ikki hildið ráðiligt at savna stórt kór, sum støðan var tá. Tí varð heitt á Havnarkórið um at taka sær av sanginum. Men í ár verður so vent aftur til vanligu siðvenjuna við stórum felagskórið. Tað verður Bernharður Wilkinson, sum fer at stjórna kórinum.
Fyrsta venjing verður í morgin, 18. juli klokkan 15 í Læraraskúlahøllini.
Sangarar, sum ætla sær at syngja í kórinum, eiga at verða koppsettir.
Sangarar, sum koma uttanlands, skula hava negativa kanning á 4. degnum.
Hava sangarar sjúkueyðkenni, eiga teir ikki at møta til venjing.
Til fyrstu venjing í morgin skulu allir sangarar skráseta seg við navni og telefonnummari. Tí verður heitt á fólk um at møta í góðari tíð, so venjingin kann byrja stundisliga.
Venjingarfílur koma á http://www.kor.fo/olavsokukorid/
Venjingarætlan:
Sunnudag 18/7 kl 15-18
Mikukvøld 21/7 kl 18-21
Leygardagin 24/7 kl 14-17
Sunnudag 25/7 kl 15-18
Møguliga mánakvøld 26.7 ella týskvøld 27.7
Kórsamband Føroya