Formennirnir í Tónleikafelagi Føroya og Tónleikasambandi Føroya eru á einum máli um, at vit aftur skulu hava ein dag, har ársins bestu føroysku bólkar spæla eina konsert saman.
Tað siga teir í samrøðu við Dimmalætting, sum fæst til keyps í handlunum kring landið.
Formaðurin í Føroya Tónleikarfelagi, Torleik Mortensen, heldur at hátíðarhaldið av føroyskum tónleiki í samband við okkara tjóðarhátíð, manglar.
- Vit eiga avgjørt at hugsa um hvørt vit ikki áttu at farið aftur til at hátíðarhalda føroyskan tónleik í samband við okkara tjóðarhátíð. Tiltakið Tórsfest, sum byrjaði eftir at Ólavsøkukonsertin steðgaði, tykist fyri mær at hava júst sama profil sum Voxbotn.
Dánjal á Neystabø, formaður í Tónleikasambandi Føroya, ásannar at Faroe Pride nú eigur dagin tá ólavsøkukonsertin plagdi at vera.
- Persónliga haldi eg, at Faroe Pride er ein góður máti at sparka ólavsøkuna í gongd, og tey hava gjørt tað fantastiska væl. Hví skal man so leggja eitt annað tiltak í staðin?
- Tó má eg siga, at saknur er í ólavsøkukonsertini og tí má man spyrja seg sjálvan hvat tað í veruleikanum er, man vil endurvekja. Og svarið er, at mann vil endurvekja ein fastan árligan dag, har føroyskar tónleikarar, ið hava skarað framúr farna árið, fáa ein pall og í felag spæla eina konsert. Ongantíð betri um tað er á hásumri. Nú hava vit tveir festivalar í Havn um summarið, sum eftir mínum tykki eru sera líkir. Tí hevði tað verið upplagt, um ein teirra var ólavsøkukonsertin.
Les alla samrøðuna við Torleik Mortensen og Dánjal á Neystabø, í seinastu útgávuni av Dimmalætting.